Tann 10. mai í ár skrivaðu vit um at helst er Føroya størsta flagvelta á Giljanesi.
Talan er um eitt starvsfólkatiltakið ið byrjaði í fjør. Tá var velt í bóndabønum á Ryggi í Miðvági. Tá vóru sjey tunnur settar niður, og fingu tey fýra tons av eplum upp aftur.
Í ár blivu 12,5 tunnur settar niður á bønum á Giljanesi, og talan er um eina stóra veltu. Veltan er 3300 fermetrar til støddar. 12,5 tunnur svara til at 15.000 eplir vóru sett niður.
Øll veltan er ikki tikin upp enn, men væntaði fáa tey um 10 tons av eplum upp aftur.
Størsta epli, sum var tikið upp í gjár vigaði 547 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald