
Talan er um eitt starvsfólkatiltakið ið byrjaði í 2022. Tá var velt í bóndabønum á Ryggi í Miðvági. Tá vóru sjey tunnur settar niður, og fingu tey fýra tons av eplum upp aftur.
Í fjør blivu 12,5 tunnur settar niður á bønum á Giljanesi, og talan er um eina stóra veltu. Veltan var 3300 fermetrar til støddar. 12,5 tunnur svara til at 15.000 eplir vóru sett niður. Tá komu 10 tons av eplum upp aftur.
Í ár er veltan uppaftur størri. Nógv starvsfólk í bankanum vóru og veltu í gjár, og tá ið øll hava verið, eru 17 tunnur settur niður á Giljanesi, sum svarar til meira enn 20.000 eplir. Støddin í veltuni liggur um 5000 fermetrar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald