Vinna

Móttøka fyri Poul Andriasi Joensen

Í dag var almenn móttøka í bygdarhúsinum í Leirvík í sambandi við, at Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, fór frá vegna aldur.

2024-05-31 21:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Poul Andrias hevur starvast hjá IRF í 35 ár, og seinastu 32 árini av hesum sum stjóri. Nógv fólk varð komið saman at fagna Poul Andriasi. Talur vórðu hildnar, tónleikur at hoyra og góður matur at fáa.

Til høvið var allur salurin í bygdarhúsinum prýddur við myndum og tíðindagreinum um IRF – frá 1979 til í dag. Tað var sera áhugavert og læruríkt at líta aftur á hesi 45 árini hjá felagnum.  

Poul Andrias fekk handað málning, sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað. Málningurin lýsir m.a., hvussu Poul Andrias hevur verið ein varði á grønu leiðini í Føroyum. Umhvørvið á málninginum er fevnt av tí grøna litinum, sum boðar frá lívi og vón. Liljan grør, og spurvurin hevur funnið sær hvíld á varðanum.

Nevnd, leiðsla og starvsfólk hjá IRF vilja við hesum takka Poul Andriasi fyri hansara stóra íkast seinastu 32 árini sum stjóri, har hann hevur slóðað fyri og gingið á odda fyri burturkastøkinum í Føroyum.

Eisini vilja vit bjóða nýggja stjóranum, Sigurdi Lamhauge, vælkomnum til IRF

IRF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder