Vinna

Mótstríðandi upplýsingar um uttanríkispolitikk

- Kann ein einsamallur landsstýrismaður seta uttanríkispolitisku kósina?

2024-05-28 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Mótstríðandi upplýsingar um uttanríkispolitikk

- Kann ein einsamallur landsstýrismaður seta uttanríkispolitisku kósina?


Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin við uttanríkismálum hava hesa seinastu tíðina givið Løgtinginum løgnar upplýsingar um støðu Føroya til Palestina. Men lat okkum byrja við støðuni hjá Danmark til sama mál:

Í farnu viku stóð ein grein á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, har yvirskriftin var: “Regeringen er ikke klar til at anerkende Palæstina som stat”. Í greinini verður Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, endurgivin fyri at siga: “Hvis Palæstina skal anerkendes som stat, kræver det, at staten findes.” 

Men longu eina viku frammanundan segði løgmaður soleiðis í Løgtinginum: “Hóast Palestina ikki enn er limur í ST, hava 143 lond, herundir Danmark, so seint sum í seinastu viku, viðurkent Palestina sum ríki.”

Her er ikki samsvar ímillum tað sum løgmaður segði í Løgtinginum og tað sum Danmarks Radio endurgevur danska uttanríkisráðharran fyri at siga. Tí havi eg spurt løgmann í einum sonevndum § 52a fyrispurningi, hvat hann bygdi sín pástand á?

Eisini mótstríðandi upplýsingar um føroysku støðuna

Men hví hendan spurningin? Orsøkin er, at orðini hjá løgmanni fullu, tá hann í løgtinginum svaraði einum munnligum fyrispurningi, sum eg hevði sett honum. Spurningurin snúði seg um, hvør hevði tikið avgerðina um, at Føroyar stuðla eini tvíríkjaloysn, soleiðis at Ísrael og Palestina verða at rokna sum tvey sjálvstøðug ríki? Tað var nakað, sum Høgni Hoydal upplýsti fyri Løgtinginum tann 28. februar.

Løgmaður svaraði við at siga, at í fráboðan tann 18. desember 2023 segði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, at fortreytin fyri friði er ein loysn við tveimum ríkjum, og at hetta síðani var endurtikið í løgtinginum og í almenna rúminum. Hetta var einasta svarið, sum løgmaður hevði til spurningin, um hvør hevði tikið hesa avgerðina, og nær hon var tikin. Hetta kann illa skiljast øðrvísi enn, at orðini hjá landsstýrismanninum vóru bæði sjálv støðutakanin og almenna fráboðanin vegna Føroyar. 

Eg spyrji tí løgmann eisini hesar spurningarnar í § 52a fyrispuringinum:

  • Hevur landsstýrið nakrantíð viðgjørt á landsstýrisfundi spurningin, um Føroyar skulu viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki?


  • Hvussu eru mannagongdirnar í sambandi við slíkar viðurkenningar?


  • Eru øll almenn úttalilsi frá landsstýrismanninum við uttanríkismálum at rokna sum ein fráboðan um almenna politikk Føroya?


  • Um ikki øll almenn úttalilsi frá landsstýrismanninum við uttanríkismálum eru at rokna sum ein fráboðan um almenna politikk Føroya, hvussu verður so skilt ímillum, nær talan er um almenna politikk Føroya, og nær tala ikki er um almenna politikk Føroya?


Her eru fleiri ting, sum ikki samsvara, og tí er viðkomandi at fáa at vita, hvør sannleikin er. Tað kann í øllum førum ikki vera so, at hvørja ferð landsstýrismaðurin við uttanríkismálum úttalar seg um uttanríkispolitisk mál, so verður hansara úttalilsi at rokna sum almenni politikkur Føroya.

Fyrispurningurin skal svarast í seinasta lagi tann 8. juni.


Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder