
Í dag, hin 9. apríl, hevði svágurin, Atli á Plógv, runda 74 ára. Men soleiðis bleiv ikki, tí hin 8. feb. 2025 legði fyrrverandi skiparin, árarnar inn, eftir at hava stríðst móti krabbasjúku í nakað meira enn eitt ár.
Atli á Plógv varð føddur og vaks upp í Sandavági. Faðirin var skipari, og ein av undangongumonnunum innan føroyska rækjuvinnu. Harumframt høvdu eisini flestu pápabeiggjarnir hjá Atla sína yrkisleið á sjónum.
Tað sama gjørdi seg galdandi í móðirætt, har flest allir mammubeiggjarnir eisini høvdu sína yrkisleið á sjónum. Verður farið longur aftur í tíðina, so vóru eisini aðrir undangongumenn innan føroyska fiski- og sjóvinnu í móðirætt hjá Atla.
Tann kendi Suðuroyar-Dánjal (1787-1874), sum kom til Sandavágs fyri umleið 200 árum síðani, var við til áhaldandi royndir við skipsfiskiskapi og var stigtakari til fyrsta, skipaða føroyska navigatiónsskúlan, sum var í Sandavági, har menn, eftir lidna undirvísing, fingu navigatiónsprógv frá fútanum. Eisini kann nevnast, at mammubeiggin, Petur á Steig, í nógv ár myndaði reiðaríi P/F Samvinnufelagið, har Atli kom at starvast sum skipari stóran part av yrkisleið síni.
Bóklig útbúgving var ikki nakað sum hevði serligan áhuga hjá Atla, og tí var tað ikki óvænta, at hann longu sum 14 ára gamal fór sín fyrsta túr til skips, eins og søgan nærum varð skrivað frammanudan, at Atli fylgdi í fótasporunum á faðirinum, tá hann nøkur ár seinni tók næsta stigi, og fór á skiparaskúla í Havn.
Tá ein annar úrmælingur innan fjarfiskiskap, vestmenningurin John Dam, í 1969 legði lunnar undir rækjuveiðu á opnum havið í Norðuratlantshavinum, gekk ikki long tíð til at eisini aðrir avgjørdu at royna seg í hesi vinnu. Í 1975 keyptu Atli á Plógv saman við faðirinum, Jóhan á Plógv, og svágri hansara, Godtfred Joensen í Miðvági, stóra trolaran sum fekk navnið V. U. Hammershaimb, og var útgjørdur til rækjuveiðu. Atli var tá bert 24 ára gamal, og hann og faðirin skiftust at føra skipið í tey 5 árini, til tað varð selt. Tíverri hepnaðist ikki so væl við hesum annars stóra og stásiliga skipið, sum ikki færri enn tvær ferðir varð herja av eldsbruna. Men hetta tíðarskeiði var tó tað sum nógv minnast sum tað veruliga rækjuævintýri í føroyskari fiskivinnusøgu.
Í fleiri ár førdi Atli eisini ísfiskatrolarar hjá P/F Samvinnufelagnum. Nøkur ár eftir at felagið í 1984 tók sítt størsta tak nakrantíð, og lat byggja tann størsta og mest framkomna rækjutrolaran tá á døgum, fór Atli umborð – fyrst sum stýrimaður, og seinni sum skipari.
Tað var ikki so sjálvdan, at Atli vísti sítt hegni sum skipari. At fiska í ísi og illveðrið við Eysturgrønland ella við Svalbard kravdi dugnasemi og góðan sjómannsskap. Tað kom meira enn so fyri, at Atli fór við stóra ov vælbygda skipið sínum at hjálpa øðrum skipum leys, sum vóru blivin føst í ísinum, ella at sleipa skip við maskinbreki í fleiri dagar til nærmastu havn.
Í 1993 byrjaði eitt nýtt kapitull í føroyskari rækjusøgu, tá rækjuveiða tók seg upp á Flemish Cap. Ein dagin ringdi Atli av skipinum, har teir vóru staddur við Eysturgrønland. Hann hevði fingið frænir av, at íslendsk skip gjørdu royndir á Flemish Cap og fingu nógvar rækjur har. Tað var sera lítið at fáa við Eysturgrønland tá, og Atli setti tí kós móti Flemish Cap, har hann nakrar dagar seinni gjørdi sítt fyrsta kast, sum tað fyrsta fyrsta føroyska rækjuskipi. Ágrýtni og dirvi hjá Atla bar ávøkstur, tí Flemish Cap gjørdist høvuðsleiðin hjá øllum føroyska rækjuflotanum í mong ár eftir hetta, og tey skip, skiparar og manningar sum troyttu hesar leiðir, hava tryggja Føroyum stór søgulig rækjurættindi á Flemish Cap. Men Atli var altíð ágrýtin og altíð til reiðar at royna nakað nýtt. Tað gekk tí ikki long tíð til hann sum tann fyrsti, fór á royndarveiðu eftir rækjum í altjóða sjógvi á Grand Bank eisini. Og hesin hugurin at royna at nakað nýtt kom eisini til sjóndar, tá Atli fór undir at rigga skip sítt og fiskireiðskapin til, so skipið kundi fiska rækjur við dupulttrolið. Nógvir høvdu til fánýtis roynt at fáa hetta at rigga áður, men eftir stuttari tíð hevði Atli og manning hansara funnið fram til eina loysn sum riggaði. Hetta var eitt stórt frambrot, og bæði føroysk og útlendsk rækjuskip gjørdu seg seinni út á sama hátt. Í dag er tað púra vanligt at fiskiskip hava bæði 2 og 3 trol.
Hendan tíðin á Flemish Cap og Grand Bank var áhugaverd men eisini ein avbjóðandi tíð fyri føroyskar rækjuskiparar og reiðaríir, tí Canada royndi av øllum alvi at leggja forðingar fyri føroysku royndarveiðuni serliga á Grand Bank, men eisini at avmarka rækjuveiðuna á Flemish Cap. At enda fór Canada so langt sum at steingja sínar havnir fyri føroyskum skipum.
Tíðliga í 90´unum flutti Atli til Hirtshals har hann í 1993 giftist við føroysku Hallu Bang, fødd Johansen, ið sum ung genta flutti saman við foreldrum og systkjum sínum til Hirtshals. Sama árið fingu tey sonin Jóhan. Atli átti 4 børn frammanundan, Jenny, Barbaru, Arnfinn og Janny - og Halla, ið gjørdist einkja ung, tá fyrri maðurin doyði av sjúku, átti børnini Gitte, Lone og Kenneth.
Atli hevði ikki búð leingi í Hirtshals, tá hann keypti sær ein útróðarbát har, sum hann fiskaði við tá hann var heima millum rækjutúrarnar. Í 2005 gavst Atli at sigla við langfaraskipi, og tá brúkti hann eitthvørt høvi at fara út við gørnunum í baldruta farvatninum við Norðurjylland. Donsku útróðrarmenninir í Hirtshals høvdu stóra virðing fyri dugnaseminum, veiðievnunum og dirvinum hjá Atla, tí tá teir hildu at tað var ikki ”havvejr”, so fór Atli út sum einsamallur bátur. Fyri hann var tað næstan altíð ”havvejr”.
Tá Atli varð jarðaður í Emmersbæk kirkju hevði presturin eina sera beinrakna lýsing av Atla. Atli var á mangan hátt sín egin og fylgdi síni egnu kós. Hann ballaði ikki nakað inn, men segði tað hann hevði uppá hjarta uttan uttanumtos, men oftast við einum skálkaligum smíli. Hann gekk aloftast í sínum eyðkendu, bláu smekkbuksum og tuflum, og hann koyrdi fleiri ferðir um dagin við sínum skutara oman á kaina at hyggja at bátinum. Hann hevði við sínum vinarliga og serliga lyndi eitt serligt pláss í hjartanum á nógvu abba- og ommubørnunum hjá sær og Hallu, og honum dámdi sera væl at fáa vitjan av sínum nærmastu.
Atli hevur á mangan hátt verið ein slóðari og hevur hav tein týðandi leiklut í nýggjari føroyskari fiskivinnusøgu. Tá Atli gjørdist sjúkur av krabbameini, lat hann hvørki seg sjálvan ella onnur á nakran hátt merkjast av hesum, hóast hann var fullvæl vitandi um álvarsligu sjúkuna. Hann ynskti ikki at tosað um støðuna hjá sær, tí so koma prátið at snúgva seg um hann, og hann ynskti ongantíð at verða í miðdeplinum, hvørki í sínum arbeiðslívið, ella privat. Hóast livdi við støðuni sum hon var, og gjørdi onki hóvasták burturúr, men tók sær av sínum nærmastu og av sínum báti, og róði út so leingi orkan var til tað.
Hin 8. feb. 2025 var seinastu sjógvurin tó rógvin, og Atli legði árarnar inn, umgyrdur av sínum nærmastu.
Við hesum orðum lýsið eg frið yvir minni á svágrinum og dugnaliga úrmælinginum, Atla á Plógv.
- apríl 2025
JEH
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald