Vinna

Lív Vilhelmsen setti Landsdansistevnuna á Giljanesi

Landsdansistevna var á Giljanesi leygardagin

2024-05-14 10:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Setanarrøða


Góðan dag og vælkomin á Landsdansistevnu her á Giljanesi.


At dansa er at gleðast. Soleiðis hevur tað verið, so langt aftur vit vita um.


Og tí eru  vit komin higar í dag. Ikki akkurát bara sum ungi Gudbrandur, “Tí eg vil teg sjálvan síggja.” Men eisini tí, at vit vilja hoyra hvønn annan og, sum man ger í føroyskum dansi, føla at vit eru her.


“Dansur og spæl eru gleðibrøgd, 

frá upphavi hava so staðið, 

slík evni í alla skepnu er’ løgd, 

alt vísir á sama lagið”


Tað hava fólk til allar tíðir hildið, hóast onkur løta í tíðarokningini hevur kanska verið eitt sindur turbolent í so máta.


--------------


Sum øll vita, er “okkara” dansur rættiliga unikur. Tað er helst eingin tjóð í heiminum, sum á sama hátt sum føroyingar munn av munni hava varðveitt søguna so at siga.


Týskarar og finnar til dømis hava síni fornkvæði. Um enn í øðrum líki enn okkara.  


Og so kunnu vit vísa á, at hóast væl av frælsum skaldskapi er uppií viðhvørt, er rímiliga gott skil í okkara søgum. Kanska serliga onkrum av Karlamagnusarkvæðunum.


---------------


Men nú skulu vit ikki bara dvølja afturi í tíðini, tí “hitt gamal er umliðið, alt er nýtt”, og vit liva í okkara tíð, skulu mynda hana, og lata hana víðari til okkara eftirkomarar, við áminning á at bera mentanararvin – dansin - við inn í ta nýggju tíðina.


Og tað er her, at vit eiga flætta tey ungu upp í ringin. Tí tað eru jú tey, sum skulu dansa hann inn i framtíðina.


Eg gleðist ómetaliga nógv um at uppliva at verða smittað av teimum ungu, og samstundis staðfesta, at tað enn eru fleiri í dansinum, sum eru eldri enn eg.


Tað ger, at eg kann læra av teimum, sum undan fara, og um somu tíð fáa íblástur – inspiratión – frá teimum, sum koma aftaná.


Jú,  so gongur tann gleðistreymur í ring frá barni til abban gamla.

-----------------


Men sum Salomon segði, skal tíð til alt, og ein er tíðin at dansa.


Tað er tað, vit eru komin higar til í dag. Og tað fara vit nú at gera.


Við hesum orðum lýsi eg  Landdansistevnuna 2024 at verða setta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder