Frá kl. 11.00 verður ruddað í bygdunum. Posar kunnu heintast í Virkishúsinum til morgunmatin. Aftaná rudda vit í nærumhvørvinum. Avtala er gjørdi við starvsfólkini á vegadeildini hjá kommununi, at frá kl. 14.00 byrja tey at koyra runt og heinta rusk sum borgarar hava ruddað. Kort verða løgd út sum vísa hvar rusk skal samlast, so tað er lætt hjá arbeiðsfólkunum at samla tað inn.
Frá kl. 14.00 verður møguligt at heinta ein plantupakka frá kommununi á parkeringsplássinum omanfyri Listastovuna, veljast kann ímillum rabarbuplantu ella jarðberjaplantu. Tað er enn møguligt at skriva seg upp til eina plantu við at klikkja her.
Vit hava bjóða Gróðurstøðin í Miðhoydølum vestur at hava plantumarknað. Her koma tey at selja ymiskar plantur, runnar og trø.
Inni í Listastovuni bjóðar felagi Listastovan ein kaffi- ella temunn og hava eina verkstovu við skrelllist fyri børnum. Linda Krossá Joensen fer at standa fyri verkstovuni.
Inni í høllini á Giljanesi skipar Vága dansifelag fyri landsdansistevnu. Stevnan verður sett kl. 15.00 og aftaná fara ymisku dansifeløgini at vísa fram ymiskar dansir og dansispøl.
Fylg við fleiri tiløtkum sum verða í samband við Undurfagra Mai her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald