2024-10-16 15:16
Dagarnir fyri árligur Landsseyðasýningina eru nú ásettir. Sjálv sýningin fer fram kring landið í døgunum 7. til 9. november 2024. Freistin at melda seyð til er 4. november 2024 kl. 15.00
Úrslitið av LSS2024 verður kunngjørt á Búnaðarstovuni fríggjadagin 15. November 2024 kl. 19.00.
Nærri frágreiðing um reglur og annað kann lesast á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni, sí leinkju niðanfyri. Eru tit áhugaði í at frætta meir, kunnu tit ringja til Hans Martin Andreasen á tlf. 299013.
https://www.bst.fo/Default.aspx?ID=13805&Action=1&NewsId=12189&M=NewsV2&PID=31403
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald