2024-05-10 13:24
Landsdansistevnan 2024 verður í ár hildin á Giljanesi leygardagin tann 11. mai.
Tá møtast dansifeløgini í landinum til Føroyskan dans, hugna og samveru.
Stevnan verður sett klokkan trý seinnapartin. Síðan fara ymsu feløgini hvør sær og saman at vísa ymsar dansir og onkur dansispøl.
Hesin parturin av Landsdansistevnuni er almennur.
Um viðrar verður hetta tiltakið hildið úti á skúlaplássinum.
Klokkan 18 verður borðhald fyri luttakarunum, og síðan verður dansað út á náttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald