Vinna

Katrin Jóhanna landar í Fuglafirði

Katrin Jóhanna er komin á Fuglafjørð við 1.600 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, Katrin Jóhanna verður helst tað seinasta skipið, sum landar áðrenn verkfall verður, tað segði stjórin á Havsbrún - Odd Eliassen - við ÚF á middegi. Ango, sum landaði áðrenn Katrin Jóhannu er júst farin av Fuglafirði.

2024-05-13 13:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Svartkjaftaskipini fara nú - ímeðan verkfall er - helst at landa í Norra, Íslandi, Skotlandi og Danmark


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder