2024-04-22 10:00
Føroysku skipini hava góðan fiskiskap eftir svartkjafti, og tað gevur nógv arbeiði á Havsbrún.
Í morgun landar Arctic Voyager til Havsbrún. Arctic Voyager hevur 1950 tons.
Katrin Jóhanna kom inn leygardagin, og eiga landingartørn tá ið liðugt er at landa Artic Voyager. Katrin Jóhanna hevur 1750 tons, og sleppa framat í morgin.
Birita skal landa mikudagin. Birita hevur 1900 tons.
Gøtu skipini Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu komu inn í gjár. Finnur Fríði hevur 2200 tons, og sleppa framat hósdagin, og Tróndur í gøtu hevur 2500 tons. Tróndur í Gøtu eigur helst landingartørn fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald