2024-05-02 06:25
Katrin Jóhanna, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar, kom í gjár á Fuglafjørð.
Katrin Jóhanna hevur henda túrin fiskað 1800 tons av svartkjafti, sum verður landaður til Havsbrún í Fuglafirði.
Borgarin landar í løtuni, og tá ið liðugt er at landa Borgarin eigur Katrin Jóhanna landingartørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald