Ársúrslitið hjá Føroya Tele var 20 milliónir krónur eftir skatt í 2023. Tað er hægri enn í 2022, tá ið úrslitið var 14 milliónir eftir skatt, men ikki á støði við 2021, tá ið avlopið eftir skatt var góðar 40 milliónir krónur.
Hóast hetta eru nevnd og stjórn samanumtikið nøgd við 2023, har samfelagsliga týðandi íløgur vórðu gjørdar í farnetið, og har stór tøk vórðu tikin í verkætlanini Fipur-Til-Heimið.
Samtakið gjørdi íløgur fyri tilsamans 184 milliónir krónur, ið eru við til at framtíðartryggja føroyskt fjarskifti. 5G, sum nú er tendrað, er grundarlagið undir talgilda samfelagnum.
Í verkætlanini Fipur-Til-Heimið verður koparnetið skift út og lagt av nýggjum við fipurtøkni. Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðarar.
Ársúrslitið
Í 2023 varð ársúrslitið 20 milliónir krónur eftir skatt. Neyðugt var at niðurskriva Huawei-kjarnuútgerðina í samtakinum við seks milliónum krónum, og málini við Kappingareftirlitið vórðu avgreidd við semju og bót. Málini høvdu við sær, at Føroya Tele brúkti nógva løgfrøðiliga ráðgeving umframt aðra ráðgeving í 2023.
Samstarvið við Nema um farnetið skuldi av røttum byrja í fyrru hálvu av 2023, men seinkingar gjørdu, at hetta varð útsett til februar 2024. Tískil vóru ongar væntaðar inntøkur frá nýggja farnetinum við í rakstrinum fyri 2023.
Um sloppið varð undan umrøddu negativu ávirkan á raksturin, hevði úrslitið verið væl oman fyri 35 milliónir krónur eftir skatt. Útlitini fyri 2024 eru hinvegin góð, og um einki óvæntað hendir, verður roknað við munandi betri ársúrsliti í ár sammett við í fjør.
Trupul mál vórðu avgreidd í 2023, m.a. í semju við Kappingareftirlitið, og Føroya Tele fer nú burturav at hugsavna seg um kjarnuvirksemið.
30 milliónir krónur í vinningsbýti
Á aðalfundinum í dag varð samtykt at lata Føroya Landsstýri, sum eigur allan partapeningin í samtakinum, 30 milliónir krónur í vinningsbýti. Tað er sama upphædd sum fyri 2022 og 2021.
Í samtaksnevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Andersen, sum øll fýra eru vald av landsstýrinum.
Starvsfólkavaldu umboðini eru Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Janus Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald