Vinna

Julian: Umráðandi er at klára standa ímóti, serliga fyrstu løturnar

Vit hava havt samband við hjálparvenjarin - Julian Johansen - á føroyska landsliðnum. Tað er í kvøld klokkan 19, at Føroyar tekur ímóti Norðurmakedónia í fyrra HM play-off dystinum.

2024-05-08 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Julian sigur, at dentur verður lagdur á at leggja væl frá landi. Føroyska liðið kemur undir eitt stórt press av fysikki, so umráðandi er at klára standa ímóti, serliga fyrstu løturnar.

Føroyska liðið hevur vant nógv 7 ímóti 6 spæl, men ætlanin er eisini at spæla 6 ímóti 6 í kvøld. Tað kann væntast at Norðurmakedónia fer at spæla nógv 7 ímóti 6 spæl, tí tað eru teir dugnaligir til.

Spurdur um, hvat føroyska liðið skal serliga passa uppá hjá Norðurmakedónia sigur Julian, at serliga eru tað Mitchev, spælistýrarin og strikuspælarnir ið eru væl samanspældir. Teir finna væl hvønn annan. Umráðandi at vit eru kompaktir rundan um duellirnar, serliga har strikurnar flyta seg vekk fyri at skapa pláss. Teir hava eisini nakrar skjúttar sum vit mugu taka hædd fyri m.a. Taleski, sum kann skjóta frá 10 metrum.

Umframt tað skulu vit  minimera kjansirnir hjá teimum. Hava fokus á at flyta teirra kjansir til minimalar støður ímun til 100% kjansir. Tað verður ikki lætt, men neyðugt um vit ætla okkum eitt gott útgangsstøðið.

Allir spælarnir eru tøkir til dystin í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder