Vinna

Jørgen Thomsen og Petur Mohr eru nývaldir

Formaðurin takkaði Finnboga Berg, ið fall á nevndarvalinum, og Jørgen Nielsen, sum ikki stillaði uppaftur, fyri teirra góða íkast í nevndararbeiðið

2025-12-27 14:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú er talt upp, og úrslitið av nevndarvalinum í FSN bleiv, at Jørgen Thomsen og Petur Mohr eru nývaldir við ávikavist 48 og 44 atkvøðum. Finnbogi Berg, sum sat í nevndini frammanundan, bleiv ov stuttur hesa ferð, hann var ikki til staðar á aðalfundinum og fekk 19 atkvøður. Jørgen Nielsen stillaði ikki uppaftur. Elias Zachariasen fekk 66 atkvøður, Alfred Jacobsen 44 atkvøður og Jákup Gøthe 28 atkvøður, og blivu teir allir afturvaldir.

Hinir nevndarlimirnir eru Annfinnur Garðalíð, Martin Mohr í Grund, Kristian Oskar Henriksen, Jónfinn Poulsen og Arnfinn Hansen.

Nevndin er júst farin í einrúm at skipa seg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder