Vinna

Jalig starvsfólk fingið frálæru í Cosmic

.

2024-10-11 13:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tíðindaskriv.

Hetta er ein so sera spennandi og mennandi tíð hjá Vesturvón. 

Øll heilsustarvsfólk hjá Vesturvón hava nú fingið frálæru í talgildu heilsuskipanini Cosmic.

Cosmic er eitt skjalfestingaramboð, sum í dag verður brúkt av starvsfólkið hjá Sjúkrahúsverkið Føroya, kommunulæknaskipanini og kommunalum heilsutænastum. 

Síðani miðjan septembur mánaða og til í dag hava frálærufólk hjá okkum verið í gongd og fyiskipað undirvísing.

Saman við dugnaligum verkætlanarfólki hjá KAF, starvsfólkum frá THS hjá Sjúkrahúsverkið Føroya og mentorum frá øðrum kommunalum heilsutænastum hava vit havt frálæru til yvir 80 starvsfólk. 


Tað er dygdarmennarin hjá Vesturvón, Mia Pedersen, sum hevur samskipað og verið verkætlanarleiðari í Cosmic toyminum hjá Vesturvón. 


Vesturvón hevur umframt Miu tvey verkætlanarstarvsfólk, sum saman við henni hava staðið fyri frálæruni. Tað eru Christel Christophersen heilsuhjálpari og Anita Thomasen sjúkrarøktarfrøðingur. 

Tá so stór verkætlan verður íverksett, er ein týðandi partur av tilgongdini lyklapersónar á ymsu deildinum. Hesir hava til uppgávu, at verða forlongdi armurin hjá verkætlanarfólkunum, og at verða stuðlandi, ráðgevandi fyri øll starvsfólkini í tilgongdini. 



Hjá Vesturvón eru hesir lyklapersónar: Gudmund Niclasen heilsurøktari, Laila Fagraberg sjúkrarøktarfrøðingur, Erla Johannesen deildarleiðari, Gerda Nattestad fysioterapeutur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder