Vinna

Ja, okkara krøv eru ófrávíkilig

Tá vit fóru í verkfall, var tað ikki til stuttleikar, og tí er einasta loysn á verkfallinum, at okkara rímiligu krøv vera eftirlíkaði.

2024-05-30 19:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Vit hava alla tíðina verið greið í okkara talu: Semingsuppskotið var langt undir okkara pínumarki, og tað er tað sjálvandi enn.

Seinastu vikurnar hava veruliga víst, hvussu stóran leiklut okkara limir hava. Samfelagið liggur í stóran mun lamið.

At bjóða okkum á fund, og vænta, at vit flyta okkum júst nú, tá tað veruliga sansar at hjá vinnuni, er ikki ein semingsroynd, men at halda okkum fyri háð og spott. Okkara krav, at eitt verkafólk skal kunna liva av síni løn, er heilt ófrávíkiligt.

Hvønn dag verða vit undirdýkt við fyrispurningum um undantøk frá størstu arbeiðsplássunum í Føroyum. Tey skuldu heldur sett seg í samband við Arbeiðsgevarafelagið og biðið teir givið sínum starvsfólki eina løn, ið tey kunnu liva av.

Verkafólk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder