2025-12-06 00:11
Torbjørn Jacobsen skrivar á Facebook:
Tá ið vit bjóðaðu okkum fram sum vertir til Oyggjaleikirnar í 2027, var fíggngin tá ikki komin í rættlag? Ella høvdu vit roknað við at eitt fremmant parlament, ein fremmandur ríkiskassi, skuldi taka um endan?
Hvør í Guðs garði hevur uppfunnið hesa gigantisku skommina, at onnur skulu gjalda fyri eina millumtjóða ítróttarstevnu, sum vit hava boðið øðrum oyggjum at vera partar av?
Nevndin, ið fyrireikar og skipar Oyggjaleikirnar í 2027, eigur at greiða okkum frá, um tað er hon, sum stendur aftanfyri hesa vanvirðisligu støðuna, sum fólkatingsumboðini nú hava sett okkum í. Í besta føri snýr hetta seg um geykapolitikk, har vit leggja okkara egnu ungar í reiðrini hjá onkrum øðrum.
Hetta er ein national skomm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald