Ítróttur

Helst byrjar Elias inni í kvøld og fær stóran leiklut

Tað staðfestir hjálparvenjarin Hjalti Mohr Jacobsen.

2026-01-16 10:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í kvøld er fyrsti EM-dysturin á skránni ímóti Sveis, og tað hevur verið eitt ivamál um tann heilt stóra stjørnan á føroyska landsliðnum fór at blíva klárur til dystin. Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk ein skaða í desembur, sum hevur gjørt at hann ikki hevur spælt ein dyst síðani 20. Desembur.

Men helst byrjar Elias inni í kvøld, og er ætlanin at hann fær stóranleiklut um alt gongur sum tað skal. Føroyar kemur tí helst at byrjað við sterkasta liðnum. Vit koma at síggja Føroyar spæla 7 ímóti 6.

Føroyska liðið hevur fyrireika seg uppá at Sveis kemur at byrjað 6-6, men fyri síðani at spæla við fýra bakspælarum, umframt 7 ímóti 6.

Dómarnir til dystin í kvøld, eru somu dómarar sum dømdu í Skopje tá ið Føroyar kundi spæla seg til HM. Sí myndir frá tí dystinum her.

Sí eisini:

Peter: Føroyingar eru raskir at halda veitslu tá ið teir skulu halda veitslu

Myndir: Fráferð hjá landsliðnum

Myndir: Føroysku spælarnir hava vant í dystarhøllini 

Elias: Okkara fyrsta mál er at vinna ein dyst

Helgi: Tað hevur nógv at siga, at so nógv fólk stuðla okkum

Andrass: Eg eri spentur at uppliva stemmningin fríggjadagin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder