2026-01-14 20:25
Føroysku spælarnir byrjaðu tíðliga í morgun uppá ferðina til Oslo. Teir fyrstu møttu á flogvøllinum klokkan 7 í morgun. Flogfarið skuldi fara úr Vágum klokkan 08:40, men fór útvið ein tíma seinni á flog, tí tað kavaði so illa í Olso.
Klokkan 18 í kvøld var venjing í Unity Arena. Allir spælarnir vandu við, men Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún vandu part av venjingi fyri seg sjálvar.
Sí eisini: Myndir: Fráferð hjá landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald