Vinna

Hægri rentumunurin sæst aftur í úrslitinum hjá bankunum

Rentumunurin hjá bankunum er øktur munandi í 2023, sum sæst aftur á úrslitinum hjá bankunum. Úrslitið hjá bankunum vaks nógv í 2023.

2024-05-10 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Rentumunurin (ella rentumarginalurin, sum er munurin millum útlánsrentuna og innlánsrentuna) er øktur munandi síðani juli 2022, tá renturnar byrjaðu at hækka. Fyri privatkundar er rentumunurin hækkuður við einum prosentstigi og fyri vinnukundar við tveimum prosentstigum. At rentumunurin økist gevur bankunum betri úrslit.

Talva 1 vísir úrslitið hjá føroysku peningastovnunum í krónum, umframt solvensin við árslok 2023. Eisini sæst eginpeningsavkastið, sum hjá Føroya Banki var 16,9% í 2023 og 13,2% hjá Betri Banka.

Mynd 1 vísir gongdina í úrslitinum áðrenn skatt og úrslitið av grundrakstrinum. Her sæst eisini týðiliga at 2023 hevur gingið væl betur enn árini frammanundan. Myndin vísir eisini, at niðurskrivingar á útlán eru nærum ongar, sum merkir, at kundarnir higartil hava megna rentu- og príshækkingarnar uttan at afturgjaldsevni teirra er versnað  munandi.

Talva 1

Mynd 1

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder