Vinna

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður

Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar.

2024-05-06 23:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: 

Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá Lívfiskastøðini í Skopun, sum m.a. verður kannaður fyri nøgdir av plantuæti. Sjógvurin er pumpaður úr Skopunarfirði og umboðar rættiliga væl tær innaru landgrunsleiðirnar.

Nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði síggjast her.

Plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskalarvum. So skjótt sum djóraætið fær føði, byrjar tað at nørast og tað er fyritreyt fyri, at tær smáu fiskalarvurnar frá fyrr í vár kunnu fáa ta føði, sum teimum tørvar, fyri at yvirliva. Tí hevur várgróðurin stóran týdning fyri yvirlivilsi hjá fiskalarvum í teirra fyrstu truplu tíð.

Tað, at gróðurin er komin rættiliga tíðliga ár, gevur sostatt vónir fyri fiskalarvurnar.

Í komandi viku fer rannsóknarskipið Jákup Sverri at gera neyvari kanningar av plantu- og djóraæti á Landgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder