Vinna

Gott 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. august

Fólkatalið vaks við 296 persónum seinasta árið, og 1. august búðu 54.908 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,5%, sum er minsti árligi vøkstur síðan fólkavøksturin byrjaði fyri á leið tíggju árum síðani.

Mynd: Hagstovan.

Mynd: Hagstovan.

2024-09-10 12:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hagstovan:


Hagstovan:

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, men vøksturin gerst minni fyri hvørjar tólv mánaðir, sum ganga. Frá 1. august í fjør til 1. august í ár vaks fólkatalið við 296 fólkum ella 0,5 prosentum. Tað eru bara helvtin av fólkavøkstrinum í undanfarna tíðarskeiði, tá 571 løgdust afturat. Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði meir enn helvtina. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 



Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 129 og eini nettoflyting á 167 fólk.  

Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. august 2022 til 1. august 2023 minkaði nettoflytingin serliga, tí færri fluttu til Føroya. Burðaravlopið minkaði eisini. Orsøkin var, at færri børn vórðu fødd. 

rr

Nettoflytingin minkaði millum uttanríkisborgarar

Tað var serliga millum uttanríkisborgarar, at nettoflytingin minkaði seinastu 12 mánaðirnar. Orsøkin var fyrst og fremst, at tilflytingin millum uttanríkisborgarar minkaði. Hetta sæst, tá flytingarnar verða skiftar á ríkisborgaraskap. 

Millum danskar ríkisborgarar minkaði tilflytingin á leið tað sama sum fráflytingin minkaði. Nettoflytingin broyttist tí ikki stórvegis millum danskar ríkisborgarar seinasta 12-mánaðaskeið samanborið við undanfarna tíðarskeið. Nettoflytingin millum danskar ríkisborgarar hevur verið negativ seinastu trý 12-mánaðaskeiðini. Tað eru sostatt bara uttanríkisborgarar, sum hesi trý tíðarskeiðini hava staðið fyri ískoytinum frá nettoflytingini til fólkavøksturin. 

Talvan niðanfyri vísir flytingar til og úr Føroyum skiftar á bústaðartilknýti í fimm teimum seinastu 12-mánaðaskeiðunum. 


s

 Færri flytingar

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- og fráflytingini er minkandi. Tilflytingin minkar tó væl meiri enn fráflytingin minkar, og tað minkar munandi um nettoflytingina. 




Fólkatalið í kommunum og bygdum

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Klaksvíkar, Nes og Vága kommunum. Í býunum og bygdunum løgdust flest fólk afturat í Tórshavn, Klaksvík, Hoyvík og á Strondum. Fólkatalið minkaði mest í Sunda, Eiðis og Vágs kommunum. 

Á Sandoynni vaks fólkatalið í øllum kommunum uttan Sands kommunu. Fólkatalið í Húsavíkar kommunu vaks við tíggju fólkum, og tað hevur síðan 1. august í fjør gjørt Húsavíkar kommunu fólkaríkari enn Hovs kommunu. 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. august 2023 og 2024.  Gongdin í fólkatalinum í einstøku bygdunum sæst her.

Fólkatalið í kommunum og bygdum

aug 2023 – aug 2024



augustmunur

20232024persónar%





Tilsamans54.61254.9082960,5
Fugloyar kommuna424424,8
- Hattarvík1315215,4
- Kirkja292900,0
Viðareiðis kommuna344334-10-2,9
- Viðareiði344334-10-2,9
Hvannasunds kommuna427419-8-1,9
- Depil5500,0
- Hvannasund251248-3-1,2
- Múli000-
- Norðdepil168165-3-1,8
- Norðtoftir31-2-66,7
Klaksvíkar kommuna5.4835.527440,8
- Klaksvík5.0895.128390,8
- Árnafjørður6766-1-1,5
- Norðoyri163159-4-2,5
- Ánirnar4954510,2
- Mikladalur2629311,5
- Trøllanes141400,0
- Svínoy313100,0
- Húsar374038,1
- Syðradalur, Kalsoy76-1-14,3
Kunoyar kommuna150147-3-2,0
- Haraldssund7170-1-1,4
- Kunoy7977-2-2,5
Fuglafjarðar kommuna1.6331.63850,3
- Fuglafjørður1.6211.62760,4
- Hellurnar1211-1-8,3
Eysturkommuna2.2862.29480,3
- Leirvík1.0401.052121,2
- undir Gøtueiði323539,4
- Gøtugjógv535411,9
- Skálafjørður, Eysturkommuna45125,0
- Norðragøta658638-20-3,0
- Syðrugøta499510112,2
Nes kommuna1.5381.576382,5
- Nes, Eysturoy37638261,6
- Saltnes16116431,9
- Toftir1.0011.030292,9
Runavíkar kommuna4.3774.406290,7
- Oyndarfjørður128121-7-5,5
- Elduvík1514-1-6,7
- Funningsfjørður5251-1-1,9
- Æðuvík9790-7-7,2
- Glyvrar47147761,3
- Lamba154149-5-3,2
- Rituvík34034772,1
- Runavík58258530,5
- Saltangará1.1681.192242,1
- Skipanes5552-3-5,5
- Søldarfjørður354349-5-1,4
- Lambareiði111219,1
- Skála764785212,7
- Skálafjørður138137-1-0,7
- Funningur4845-3-6,3
Sjóvar kommuna1.2011.227262,2
- Innan Glyvur858611,2
- Kolbeinagjógv3631-5-13,9
- Morskranes2624-2-7,7
- Selatrað434412,3
- Strendur1.0111.042313,1
Eiðis kommuna811776-35-4,3
- Eiði722693-29-4,0
- Ljósá3732-5-13,5
- Svínáir5251-1-1,9
Sunda kommuna1.8531.815-38-2,1
- Norðskáli330312-18-5,5
- Oyrarbakki168163-5-3,0
- Oyri17918342,2
- Gjógv2926-3-10,3
- Haldórsvík116115-1-0,9
- Langasandur434637,0
- Tjørnuvík4743-4-8,5
- Saksun111100,0
- Hvalvík26026441,5
- Nesvík000-
- Streymnes335330-5-1,5
- Hósvík335322-13-3,9
Tórshavnar kommuna23.24823.4642160,9
- Kollafjørður819813-6-0,7
- Oyrareingir3837-1-2,6
- Signabøur15315521,3
- Argir2.5392.565261,0
- Tórshavn14.08914.2471581,1
- Kaldbak25025441,6
- Kaldbaksbotnur87-1-12,5
- Mjørkadalur000-
- Sund1100,0
- Hvítanes10610600,0
- Hoyvík4.6504.690400,9
- Norðradalur9900,0
- Syðradalur, Streymoy8800,0
- Kirkjubøur7874-4-5,1
- Velbastaður26226972,7
- Hestur151500,0
- Koltur000-
- Nólsoy223214-9-4,0
Kvívíkar kommuna604625213,5
- Kvívík399413143,5
- Leynar11311521,8
- Skælingur131300,0
- Stykkið3539411,4
- Válur444512,3
Vestmanna kommuna1.2851.273-12-0,9
- Vestmanna1.2851.273-12-0,9
Vága kommuna2.1882.219311,4
- Sandavágur1.0251.03380,8
- Miðvágur1.1211.142211,9
- Vatnsoyrar424424,8
Sørvágs kommuna1.2461.24930,2
- Sørvágur1.1461.15590,8
- Bøur7168-3-4,2
- Gásadalur131300,0
- Mykines1613-3-18,8
Skopunar kommuna467487204,3
- Skopun467487204,3
Sands kommuna539526-13-2,4
- Sandur539526-13-2,4
Skálavíkar kommuna13514496,7
- Skálavík13514496,7
Húsavíkar kommuna981081010,2
- Dalur2936724,1
- Húsavík596235,1
- Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna3236412,5
- Skúgvoy2731414,8
- Stóra Dímun5500,0
Hvalbiar kommuna650633-17-2,6
- Hvalba584566-18-3,1
- Sandvík666711,5
Tvøroyrar kommuna1.7611.76320,1
- Froðba282266-16-5,7
- Trongisvágur528541132,5
- Tvøroyri86587270,8
- Ørðavík242628,3
- Ørðavíkslíð6258-4-6,5
Fámjins kommuna8074-6-7,5
- Fámjin8074-6-7,5
Hovs kommuna10410621,9
- Hov10410621,9
Porkeris kommuna32332410,3
- Porkeri32332410,3
Vágs kommuna1.3801.346-34-2,5
- Vágur1.3801.346-34-2,5
Sumbiar kommuna32732810,3
- Lopra696900,0
- Sumba246243-3-1,2
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1216433,3





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder