Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammaundan.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 151 og eini nettoflyting á 269 fólk. Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn í undanfarna tíðarskeiði, og tilsamans gav tað ein minni fólkavøkstur.
Færri flyta
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Trendarnir í flytingunum vísa, at gongdin í bæði tilflytingini og fráflytingini minkaði spakuliga seinastu tvey árini. Gongdin í tilflytingini minkaði eitt sindur meir enn í fráflytingini, og tað minkaði um nettoflytingina.
Færri verða fødd
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir geva eina ábending um, at minkandi gongdin, sum hevur verið í deyðatalinum seinastu tvey árini, er steðgað, meðan støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram.
Fleiri við bústaðartilknýti
Grafurin niðanfyri vísir, at fólkavøksturin hjá teimum við bústaðartilknýti steðgaði upp fyri umleið trimum árum síðani, hóast samlaði fólkavøksturin helt fram. Tað vóru sostatt serliga tey uttan bústaðartilknýti, sum stóðu fyri fólkavøkstrinum. Hetta er nú broytt. Fólk við bústaðartilknýti eru nú størri partur av fólkavøkstrinum, og hetta hómast aftur í grafinum niðanfyri. Av teimum 420, sum løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, høvdu 264 ella 63% bústaðartilknýti. Av fólkavøkstrinum í undanfarna tíðarskeiði høvdu 25% bústaðartilknýti.
Tey, sum hava bústaðartilknýti, hava annaðhvørt búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 av 10 samanhangandi árum. Tá man lýkur aðra av hesum treytunum, verður man eyðmerktur við bústaðartilknýti. Tað er ein støða, sum kann broytast. Tá talið av fólki við og uttan bústaðartilknýti broytist, kann tað tí bæði koma av teimum fýra táttunum, sum ávirka fólkatalið, men eisini av teimum, sum hava lokið aðra av treytunum fyri bústaðartilknýti.
Meir kann lesast um bústaðartilknýti á temasíðuni.
Fólkatalið setti met í seks kommunum
Fólkavøkstur hevur verið í Føroyum í tíggju ár, og í fleiri kommunum setur fólkatalið met mánaða eftir mánaða. 1. apríl setti fólkatalið met í seks kommunum.
Í Tórshavnar kommunu, har meir enn helvtin av fólkavøkstrinum seinasta árið var, nærkast fólkatalið 23.300. Næststørsti vøkstur var í Klaksvíkar kommunu, har fólkatalið fyri fyrstu ferð er farið upp um 5.500. Triðstørsti vøkstur var í Runavíkar kommunu, har næstan 4.400 fólk búgva, og Vága kommuna hevði fyri fyrstu ferð fleiri enn 2.200 íbúgvar. Í Nes kommunu nærkast fólkatalið 1.550, og við framhaldandi støðuga fólkavøkstrinum í Sjóvar kommunu er fólkatalið farið væl forbí 1.200.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. apríl 2023 og 2024.
Fólkatalið í kommunum og bygdum
apr 2023 – apr 2024
apríl | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | persónar | % | |
Tilsamans | 54.222 | 54.642 | 420 | 0,8 |
Fugloyar kommuna | 42 | 42 | 0 | 0,0 |
- Hattarvík | 13 | 14 | 1 | 7,7 |
- Kirkja | 29 | 28 | -1 | -3,4 |
Viðareiðis kommuna | 347 | 343 | -4 | -1,2 |
- Viðareiði | 347 | 343 | -4 | -1,2 |
Hvannasunds kommuna | 430 | 423 | -7 | -1,6 |
- Depil | 7 | 5 | -2 | -28,6 |
- Hvannasund | 249 | 248 | -1 | -0,4 |
- Múli | 0 | 0 | 0 | - |
- Norðdepil | 171 | 169 | -2 | -1,2 |
- Norðtoftir | 3 | 1 | -2 | -66,7 |
Klaksvíkar kommuna | 5.421 | 5.503 | 82 | 1,5 |
- Klaksvík | 5.028 | 5.112 | 84 | 1,7 |
- Árnafjørður | 66 | 65 | -1 | -1,5 |
- Norðoyri | 161 | 157 | -4 | -2,5 |
- Ánirnar | 51 | 49 | -2 | -3,9 |
- Mikladalur | 25 | 28 | 3 | 12,0 |
- Trøllanes | 18 | 16 | -2 | -11,1 |
- Svínoy | 30 | 31 | 1 | 3,3 |
- Húsar | 35 | 39 | 4 | 11,4 |
- Syðradalur, Kalsoy | 7 | 6 | -1 | -14,3 |
Kunoyar kommuna | 151 | 147 | -4 | -2,6 |
- Haraldssund | 71 | 70 | -1 | -1,4 |
- Kunoy | 80 | 77 | -3 | -3,8 |
Fuglafjarðar kommuna | 1.621 | 1.644 | 23 | 1,4 |
- Fuglafjørður | 1.609 | 1.632 | 23 | 1,4 |
- Hellurnar | 12 | 12 | 0 | 0,0 |
Eysturkommuna | 2.257 | 2.298 | 41 | 1,8 |
- Leirvík | 1.019 | 1.047 | 28 | 2,7 |
- undir Gøtueiði | 33 | 35 | 2 | 6,1 |
- Gøtugjógv | 53 | 56 | 3 | 5,7 |
- Skálafjørður, Eysturkommuna | 4 | 5 | 1 | 25,0 |
- Norðragøta | 654 | 645 | -9 | -1,4 |
- Syðrugøta | 494 | 510 | 16 | 3,2 |
Nes kommuna | 1.511 | 1.548 | 37 | 2,4 |
- Nes, Eysturoy | 380 | 382 | 2 | 0,5 |
- Saltnes | 145 | 156 | 11 | 7,6 |
- Toftir | 986 | 1.010 | 24 | 2,4 |
Runavíkar kommuna | 4.348 | 4.397 | 49 | 1,1 |
- Oyndarfjørður | 130 | 121 | -9 | -6,9 |
- Elduvík | 16 | 14 | -2 | -12,5 |
- Funningsfjørður | 52 | 48 | -4 | -7,7 |
- Æðuvík | 94 | 99 | 5 | 5,3 |
- Glyvrar | 474 | 483 | 9 | 1,9 |
- Lamba | 160 | 151 | -9 | -5,6 |
- Rituvík | 334 | 341 | 7 | 2,1 |
- Runavík | 576 | 585 | 9 | 1,6 |
- Saltangará | 1.152 | 1.178 | 26 | 2,3 |
- Skipanes | 54 | 52 | -2 | -3,7 |
- Søldarfjørður | 358 | 355 | -3 | -0,8 |
- Lambareiði | 9 | 11 | 2 | 22,2 |
- Skála | 754 | 776 | 22 | 2,9 |
- Skálafjørður | 137 | 137 | 0 | 0,0 |
- Funningur | 48 | 46 | -2 | -4,2 |
Sjóvar kommuna | 1.201 | 1.217 | 16 | 1,3 |
- Innan Glyvur | 89 | 87 | -2 | -2,2 |
- Kolbeinagjógv | 36 | 31 | -5 | -13,9 |
- Morskranes | 32 | 24 | -8 | -25,0 |
- Selatrað | 43 | 44 | 1 | 2,3 |
- Strendur | 1.001 | 1.031 | 30 | 3,0 |
Eiðis kommuna | 808 | 784 | -24 | -3,0 |
- Eiði | 722 | 702 | -20 | -2,8 |
- Ljósá | 36 | 33 | -3 | -8,3 |
- Svínáir | 50 | 49 | -1 | -2,0 |
Sunda kommuna | 1.835 | 1.814 | -21 | -1,1 |
- Norðskáli | 330 | 317 | -13 | -3,9 |
- Oyrarbakki | 168 | 165 | -3 | -1,8 |
- Oyri | 173 | 179 | 6 | 3,5 |
- Gjógv | 30 | 27 | -3 | -10,0 |
- Haldórsvík | 115 | 116 | 1 | 0,9 |
- Langasandur | 46 | 44 | -2 | -4,3 |
- Tjørnuvík | 48 | 44 | -4 | -8,3 |
- Saksun | 11 | 11 | 0 | 0,0 |
- Hvalvík | 253 | 264 | 11 | 4,3 |
- Nesvík | 0 | 0 | 0 | - |
- Streymnes | 338 | 322 | -16 | -4,7 |
- Hósvík | 323 | 325 | 2 | 0,6 |
Tórshavnar kommuna | 23.052 | 23.290 | 238 | 1,0 |
- Kollafjørður | 813 | 803 | -10 | -1,2 |
- Oyrareingir | 38 | 37 | -1 | -2,6 |
- Signabøur | 158 | 151 | -7 | -4,4 |
- Argir | 2.508 | 2.535 | 27 | 1,1 |
- Tórshavn | 13.969 | 14.134 | 165 | 1,2 |
- Kaldbak | 250 | 242 | -8 | -3,2 |
- Kaldbaksbotnur | 8 | 7 | -1 | -12,5 |
- Mjørkadalur | 0 | 0 | 0 | - |
- Sund | 1 | 1 | 0 | 0,0 |
- Hvítanes | 106 | 106 | 0 | 0,0 |
- Hoyvík | 4.617 | 4.684 | 67 | 1,5 |
- Norðradalur | 9 | 9 | 0 | 0,0 |
- Syðradalur, Streymoy | 6 | 8 | 2 | 33,3 |
- Kirkjubøur | 75 | 74 | -1 | -1,3 |
- Velbastaður | 255 | 267 | 12 | 4,7 |
- Hestur | 16 | 15 | -1 | -6,3 |
- Koltur | 0 | 0 | 0 | - |
- Nólsoy | 223 | 217 | -6 | -2,7 |
Kvívíkar kommuna | 598 | 612 | 14 | 2,3 |
- Kvívík | 388 | 402 | 14 | 3,6 |
- Leynar | 118 | 118 | 0 | 0,0 |
- Skælingur | 13 | 13 | 0 | 0,0 |
- Stykkið | 35 | 35 | 0 | 0,0 |
- Válur | 44 | 44 | 0 | 0,0 |
Vestmanna kommuna | 1.271 | 1.264 | -7 | -0,6 |
- Vestmanna | 1.271 | 1.264 | -7 | -0,6 |
Vága kommuna | 2.190 | 2.211 | 21 | 1,0 |
- Sandavágur | 1.019 | 1.026 | 7 | 0,7 |
- Miðvágur | 1.129 | 1.142 | 13 | 1,2 |
- Vatnsoyrar | 42 | 43 | 1 | 2,4 |
Sørvágs kommuna | 1.254 | 1.240 | -14 | -1,1 |
- Sørvágur | 1.152 | 1.148 | -4 | -0,3 |
- Bøur | 74 | 66 | -8 | -10,8 |
- Gásadalur | 12 | 13 | 1 | 8,3 |
- Mykines | 16 | 13 | -3 | -18,8 |
Skopunar kommuna | 473 | 479 | 6 | 1,3 |
- Skopun | 473 | 479 | 6 | 1,3 |
Sands kommuna | 526 | 532 | 6 | 1,1 |
- Sandur | 526 | 532 | 6 | 1,1 |
Skálavíkar kommuna | 137 | 138 | 1 | 0,7 |
- Skálavík | 137 | 138 | 1 | 0,7 |
Húsavíkar kommuna | 97 | 105 | 8 | 8,2 |
- Dalur | 29 | 36 | 7 | 24,1 |
- Húsavík | 58 | 59 | 1 | 1,7 |
- Skarvanes | 10 | 10 | 0 | 0,0 |
Skúgvoyar kommuna | 33 | 32 | -1 | -3,0 |
- Skúgvoy | 28 | 27 | -1 | -3,6 |
- Stóra Dímun | 5 | 5 | 0 | 0,0 |
Hvalbiar kommuna | 655 | 635 | -20 | -3,1 |
- Hvalba | 589 | 570 | -19 | -3,2 |
- Sandvík | 66 | 65 | -1 | -1,5 |
Tvøroyrar kommuna | 1.748 | 1.745 | -3 | -0,2 |
- Froðba | 281 | 270 | -11 | -3,9 |
- Trongisvágur | 523 | 530 | 7 | 1,3 |
- Tvøroyri | 858 | 863 | 5 | 0,6 |
- Ørðavík | 23 | 25 | 2 | 8,7 |
- Ørðavíkslíð | 63 | 57 | -6 | -9,5 |
Fámjins kommuna | 79 | 74 | -5 | -6,3 |
- Fámjin | 79 | 74 | -5 | -6,3 |
Hovs kommuna | 101 | 108 | 7 | 6,9 |
- Hov | 101 | 108 | 7 | 6,9 |
Porkeris kommuna | 329 | 322 | -7 | -2,1 |
- Porkeri | 329 | 322 | -7 | -2,1 |
Vágs kommuna | 1.367 | 1.360 | -7 | -0,5 |
- Vágur | 1.367 | 1.360 | -7 | -0,5 |
Sumbiar kommuna | 340 | 335 | -5 | -1,5 |
- Lopra | 75 | 71 | -4 | -5,3 |
- Sumba | 253 | 251 | -2 | -0,8 |
- Víkarbyrgi | 0 | 0 | 0 | - |
- Akrar | 12 | 13 | 1 | 8,3 |
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.