Vinna

Góður ársfjórðingur hjá Føroya Banka

Føroya Banki kunnger í dag roknskapartølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Hóast tíðarskeiðið hevur verið merkt av hægri niðurskrivingum, eru úrslitini sum heild góð.

2024-05-02 11:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Úrslitið fyri skatt er 70 mió. kr., sum er eitt vet lægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið úrslitið fyri skatt var 75 mió. kr.  Nøktandi úrslitini stava í høvuðsheitum frá rentuinntøkum, avkasti á eginognini og eini góðari javnvág millum inntøkur og útreiðslur.


Kundarnir hava tað gott hóast niðurskrivingar

Umframt nøktandi úrslit henda fyrsta ársfjórðingin í 2024 hevur tíðarskeiðið eisini verið merkt av niðurskrivingum. 2023 var sjeynda árið á rað, har bankin afturførdi niðurskrivingar, men sum áður fráboðað, verða niðurskrivingar helst á einum meira vanligum støði í ár samanborið við undanfarnu árini.

”Hóast vit sígga eina øking í niðurskrivingum, so er hetta ikki eitt tekin um, at okkara kundar sum heild hava tað trupult. Hyggja vit til dømis eftir troti, skáum og samansparingunum, sum kunnu siga nakað um, hvørt kundarnir hava fíggjarligar avbjóðingar ella ikki, so eru eingi tekin um, at kundarnir ikki klára at svara sínum skyldum. Vit síggja enntá eina hækking í samansparingunum seinastu árini.”, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Tey seinastu árini hava í stóran mun verið skiftandi. Bæði korona, geopolitiskir spenningar, sveiggj á virðisbrævamarknaðinum, hækkandi inflatión og fleiri rentuhækkingar hava elvt til eina støðuga búskaparliga óvissu í heiminum.

”Sum ein tann størsti peningastovnurin í landinum er tað okkara leiklutur at skapa fíggjarligar møguleikar, men tað er eisini okkara skylda at virka fyri fíggjarligum tryggleika. Vit eru tí fegin um, at okkara kundar hava staðið seg væl í einum avbjóðandi tíðarskeiði. Vit fylgja støðuni neyvt og hava allatíð fyri eyga at ráðgeva okkara kundum við atliti at skiftandi tíðum, soleiðis at kundin kann vera so fíggjarliga tryggur sum gjørligt, sama hvussu búskaparliga støðan annars er”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.


Lækkað gjøld og hægri innlánsrenta

Tíðarskeiðið hevur eisini verið merkt av, at bankin í byrjanini av árinum valdi at lækka fleiri gjøld og at gera Netbankan ókeypis fyri allar privatkundar. Sostatt kunnu allir privatkundar fáa Netbanka ókeypis og gera flytingar – annaðhvørt vanligar ella sum inngjaldskort – púra ókeypis.

Í farna ári hækkaði bankin eisini innlánsrentuna í fleiri umførum, soleiðis at kundar nú kunnu spara saman við rentu.

”Vit hava bestu innlánsrentuna á vanligum kontum uttan binding. Okkara kundar kunnu tí fáa meira fyri sínar pengar uttan at binda pengarnar. Vit hava eisini hækkað rentuna á øðrum kontum, og tað er gott at síggja, at alsamt fleiri kundar hava tikið av hesum møguleikunum, tí tað kann gera stóran mun hjá einstaka kundanum at hava sínar pengar standandi á eini kontu við góðari rentu”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.


Útlitini fyri restina av árinum

Útlitini fyri restina av árinum eru sum heild góð. Roknskapartølini bera boð um nøktandi úrslit higartil, og hóast niðurskrivingarnar eru hækkaðar nakað, so eru væntanirnar til samlaða úrslitið fyri árið óbroyttar. Bankin væntar, at úrslitið eftir skatt fyri 2024 verður millum 225-255 mió. kr.

Útgangsstøðið hjá føroysku húsarhaldum og fyritøkum er sum heild eisini gott. Renturnar fara helst at lækka í ár, tó ikki við tí ferðini og títtleikanum, sum renturnar hækkaðu í fjør. Harumframt eru møguligar rentulækkingar eisini treytaðar av, at inflatiónin lækkar. Inflatiónin er tálmað nakað, men ikki so nógv, sum marknaðurin áður hevur væntað.


Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið eftir skatt er 55 mio. kr. samanborið við 61 mio. kr. sama tíðarskeið í 2023.

  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar er 70 mio. kr. samanborið við 49 mio. kr. sama tíðarskeið í fjør.

  • Niðurskrivingar á útlánum eru 23 mió. kr. Til samanberingar afturførdi bankin niðurskrivingar fyri 8 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør.

  • Útlánini eru hækkað úr 8,4 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 8,9 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár.

  • Realkredittlánini eru 2,6 mia. kr. og eru áleið tað sama sum fyrsta ársfjórðing í fjør.

  • Innlánini eru hækkað úr 8,5 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 8,9 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár.

  • Solvensurin íroknað NEP-kapital er 39,9%.

  • Leiðslan væntar, at úrslitið eftir skatt fyri 2024 verður millum 225-255 mió.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder