Firum: Í Noreg og Skotlandi hevur alivinnan avbjóðingar av smáu hvalspýggjunum. Tá hitin í sjónum er til vildar, blóma hesar hvalspýggjurnar í so stórar mongdir, at tað er til stóran ampa fyri alifisk, sum jú ikki fær flutt seg undan. Hvalspýggjurnar brenna sár á skræðu og táknur, og tað plágar fiskin illa.
GLOBECC er í ferð við at byggja upp eitt sterkt netverk av norskum granskingarbólkum og granskingarverkætlanum.
Herfyri vóru tveir serfrøðingar, við serkunnleika í ávikavist at eyðmerkja hvalspýggju við mikroskopi og arvafrøðiligum kanningum, her í Føroyum í eina viku. Endamálið var uppbyggja sterkt samstarv millum føroyskar og norskar granskingarstovnar.
Fremsti spurningur er at vita, um apolemia kann gerast sami trupulleiki her í Føroyum, sum hon er vorðin í Noreg.
Toymið møttist við starvsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum komu til GLOBECC við sínum serkunnleika í arvafrøði. Tey vilja nú brúka nýggjar hættir at kanna DNA frá føroyskum hvalspýggjum fyri at finna fram til, um talan er um sama slagið, sum hevur elvt til trupulleikar í alivinnuni í Noreg.
Havstreymarnir binda saman londini bæði, Noreg og Føroyar. Tí skulu vit arbeiða saman um og finna fram til, um og hvussu skaðiligu hvalspýggjurnar flytast frá heitu høvunum í suðri til kalda farvatnið uppi í arktis. Havstovan leiðir eina GLOBECC verkætlan um flytingar í havinum og savnar í hesum sambandi saman hvalspýggjur á túrum hjá Jákupi Sverra.
Hetta var fyrsta í eini røð av samlingum. Eitt sokallað ”kick-off”. Í vár koma granskararnir aftur til Føroya at arbeiða víðari við evninum. Í løtuni verða nógv sýni tikin, og nógvar dátur savnaðar saman. Síðani skal tilfarið arbeiðast ígjøgnum, áðrenn niðurstøður verða gjørdar. Ætlandi verður verkætlanin liðug í 2026.
Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum og við samstarvsstuðli. Ein síðuvinningur er, at umframt fleiri útlendskar samstarvsfelagar eru tað fleiri luttakarar úr Føroyum, sum arbeiða saman um verkætlanina.
Verkætlanarsamstarvsfelagar:
Føroyar
Firum - Verkætlanarleiðari. Amanda Vang, Eirikur Danielsen
Havstovan - Ian Salter
Heilsufrøðiliga Starvsstovan - Debes H. Christiansen, Maria Marjunardóttir Dahl, Petra Petersen
Sjósavnið - Heini Hátún
Bakkafrost - Jógvan Johansen
Noreg
Universitetsmuseet i Bergen - Luis Martell, Aino Hosia
Havforskningsintituttet - Tone Falkenhaug
Skotland
Bakkafrost - Kimberly McKinnell
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald