Vinna

Giljanes bussar standa framvegis á Krambatanga

Tó sleppa bussarnir norð við Smyrli í morgin.

2024-05-29 21:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var í gjár at Giljanes bussar fóru suður við Smyrli fyri at fylla diesel á tangarnar. 

Ragnar Jacobsen, stjóri í Giljanes bussum, hevði fingið vissu fyri at hava loyvi at sigla við Smyrli, og hevði eisini fingið upplýst frá EFFO at tað vóru 16.000 litrar av diesel eftir. 

Ragnar sigur, at teir fimm bussarnir, sum fóru suður við Smyrli í gjár bunkraðu 820 litrar. 

Tað var beint áðrenn midnátt, at tíðindaskriv kom frá SSL, at serligt loyvi skuldi til fyri at akfør longri enn sjey metrar kundu sleppa við Smyrli.

Smyril hevur gjørt tríggjar túrar av Krambatanga í dag, men bussarnir standa framvegis í Suðuroynni. 

Fyri løtu síðani eru boð komin til Giljanes bussar, at teir sleppa norð við Smyrli í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder