Politikkur

Gerðabók frá bygdaráðsfundinum hjá Sørvágs kommunu

Gerðabók frá býráðsfundinum hjá Sørvágs kommunu tann 24. apríl 2024

2024-05-07 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samandráttur av bygdaráðsfundi. 

 
Bygdaráðsfundur: 24.04.2024  kl.1700  –  kl. 1910 
 
Fundarstaður: Fundarhøli 
 
Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard  
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Hugin Skaalum      
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen

Elsebeth Davidsen 
 
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari  
 


 
Mál nr. 43/2024 

J.nr. 219-11-2023 
Keyp av nýggjum graslíki á fótbóltsvøllin á Dungasandi. 
 
Málslýsing: Keyp av nýggjum graslíki á vøllin á Dungasandi 
 
Tilmæli 16.04.24: Trivnaðarnevndin mælir til at keypa nýggjan graslíkisvøll á vøllin á Dungasandi frá Føroya Møblasølu, vísandi til tilboð dagf. 24.10.2023. Tilboðið er uppá kr. 3.438.000,00 uttan MVG 
 
Tilmæli 17.04.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini .   
       
Tilmæli 18.04.24: Meirlutin í Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Teknisku nevnd. 
                               
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar - Teknisku og meirilutanum í Fíggjarnevndini. 
 

 
Mál nr. 44/2024 

J.nr. 323-15-2024 
Umsókn um fíggjarligan stuðul til fjepparabussar -  07 Vestur 
 
Málslýsing: Umsókn frá 07 Vestur, um stuðul til fjepparabussar. 
 
Tilmæli 16.04.24: Trivnaðarnevndin  mælir til at stuðla fjepparbussar hjá 07 Vestur við kr. 7.500,00 
 
Tilmæli 18.04.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar,- og Fíggjarnevndini. 
 

 
Mál nr. 45/2024 

J.nr.323-13-2024 
Umsókn um fíggjarligan stuðul – Fosturforeldrafelagið 
 
Málslýsing: Fosturforeldrafelagið søkir um fíggjarligan stuðul. 
 
Tilmæli 16.04.24:  Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla. 
 
Tilmæli 18.04.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini. 
 
 


 
Mál nr. 46/2024 

J.nr.323-14-2024 
Umsókn um peningaligan stuðul fyri 2024 – Sørvágs Tónleikarfelag 
 
Málslýsing: Sørvágs Tónleikarfelag søkir um stuðul fyri 2024 
 
Tilmæli 14.03.24:  Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Tónleikarfelag við kr. 60.000,00 fyri árið 2024                              
 
Tilmæli 18.04.24:  Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar, - og Fíggjarnevndini 
 
 

 
Mál nr. 47/2024 

J.nr.323-12-2024 
Umsókn um peningaligan stuðul fyri 2024 – Country Festivalurin 
 
Málslýsing: Country Festivalurin søkir um stuðul fyri árið  2024 
 
Tilmæli 16.04.24: Trivnaðarnevndin mælir til, at Fíggjarnevndin kemur við einum tilmæli viðv. umsóknini frá Country Festivalinum.   
 
Tilmæli 18.04.24: Meirlutin í Fíggjarnevndin mælir til at stuðla við kr. 75.000,-.  
 
Avgerð 24.04.24: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í Fíggjarnevndini. Jón Joensen og Jóhan Mikkelsen luttóku ikki í viðgerðini. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder