Samandráttur av bygdaráðsfundi.
Bygdaráðsfundur: 28.01.2026 kl.17:00 – 17:50
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jón Joensen
- Hans Kári Hansen
- Elsebeth Tausen
- Tóki Joensen
- Helena Heðinsdóttir Guttesen
Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari
Vísandi til grein 18, stk. 2, í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri hevur Elias Davidsen, boðað frá, at honum barst frá at møta á fundinum. Tiltakslimur Elsebeth Tausen fekk fundarboð og játtaði at møta.
Mál nr. 01/2026
J.nr.323-2-2026
Umsókn um stuðul til keyp av nýggjum stólum – Missiónshúsið Libanon
Málslýsing: Umsókn frá Missiónshúsinum Libanon um stuðul til keyp av nýggjum stólum.
Tilmæli 22.01.26: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Missiónshúsið Libanon við kr.16.750,00
Tilmæli 27.01.26: Meirilutin í Fíggjarnevndini tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 02/2026
J.nr.324-3-2026
Umsókn um peningaligan stuðul fyri árið 2026 – Sørvágs Tónleikarfelag
Málslýsing: Sørvágs Tónleikarfelag søkir um kr. 60.000,00 í stuðli fyri árið 2026
Tilmæli 22.01.26: Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 60.000,00 í stuðli til Sørvágs Tónleikarfelag fyri árið 2026
Tilmæli 27.01.26: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 03/2026
J.nr. 548-1-2026
Ums. um keyp av parti av matr.z (vegur) at leggja saman við matr. 311 í Sørvági
Málslýsing: Umsókn um loyvi at keypa part av matr. z (vegur) til samanlegging við matr.311 í Sørvági. Talan er um at keypa uml. 23,7m2 frá kommununi.
Tilmæli 22.01.26: Tekniska nevnd mælir frá at selja økið, tí hetta er partur av gøtu í gomlu bygdini.
Mælt verður frá at geva loyvi til bygging sum er hægri enn verandi nettonýtingarstig, ið er 0,6
Tilmæli 27.01.26.: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 04/2026.
J.nr. 215-15-2022
Endurnýggjan av sáttmálanum við Mortan í Hamrabyrgi, tannlækna
Málslýsing: Endurnýggjan av sáttmálanum við tannlæknan Mortan í Hamrabyrgi.
Tilmæli 27.01.26: Fíggjarnevndin mælir til at leingja verandi sáttmálan við tannlæknan Mortan í Hamrabyrgi fram til 30. september 2028
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Mál nr. 05/2026
J.nr.
Leiguøkir/ grundøkir á vinnuøkinum á Hálsi
Málslýsing: Leiguøkir/ grundøkir til sølu á vinnuøkinum á Hálsi í Sørvági
Tilmæli 26.01.26: Vinnunevndin mælir til at stykkini nr. 9 og 10 lata upp fyri møguleikanum at keypa grundøkir sum ikki kunnu fara niðurum 600 fermetrar.
Stykkini verða matrikkulerað so hvørt tey verða umbiðin.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.
Mál nr. 06/2026
J.nr.541-1-2026
Umsókn um marknaumskipan millum matr. nr. 245b og matr. 97 í Sørvági
Málslýsing: Eigarnir av matr. 245b og matr. 97 í Sørvági søkja um marknaumskipan soleiðis at matr. 245b letur uml. 50m2 til matr. 97
Tilmæli 22.01.26: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um marknaumskipan millum matr. 245b og matr. 97 í Sørvági.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 07/2026 J.nr. 541-3-2026 Umsókn um sundurbýti av matr. 62h í Sørvági
Málslýsing: Umsókn um sundurbýti av matr. 62h í Sørvági
Søkt verður um at frábýta uml. 1.516 fermetrar í sambandi við bygging av 7 íbúðum.
Sørvágs kommuna er ánari av matr. 62h.
Tilmæli 22.01.26: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. 62h í Sørvági.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 08/2026
J.nr. 549-4-2026
Umsókn um byggiloyvi til høll á matr. 422ah á vinnuøkinum á Hálsi
Málslýsing: Søkt verður um byggiloyvi til høll á matr. 422ah á vinnuøkinum á Hálsi.
Tinglýstur ánari av grundøkinum er Sp/f Lg 7
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Tekniski leiðarin mælir til, at játta byggiloyvið vísandi til umsókn og tekningar. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.
Tilmæli 22.01.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta byggiloyvið til Sp/f LG 7 til høll á matr. 422ah á vinnuøkinum á Hálsi.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 09/2026
J.nr.
Projektering matr. nr. 62h
Málslýsing: Sp/f á Trøðni søkir um byggiloyvi til 7 íbúðir á økið, sum verður keypt frá Sørvágs kommunu .
Tilmæli frá tekniska leiðaranum:
Vísandi til bygdaráðssamtyktir um at selja burturav matr.nr 62 h til íbúðir, verður mælt til at projektera og bjóða arbeiðið út so skjótt sum møguligt, umsitingin skipar fyri hesum.
Tilmæli 22.01.26: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at projektera og at bjóða arbeiðið út.
Tilmæli 27.01.26: Í samband við projektering av matr. nr. 62h, mælir Fíggjarnevndin til at játta eina eykajáttan á kr. 1.500.000,- til konto 6.22.11.380 Byggibúning bústaðir.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at gera útbjóðingartilfar og at bjóða arbeiðið út.
Somuleiðis samtykti bygdaráðið at játta eina eykajáttan á kr. 1.5000.000,00 til konto 6.22.11.380 Byggibúning bústaðir.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald