
Føroysku skipini hava góðan fiskiskap eftir svartkjafti, og tað sæst eisini aftur á køini, sum er hjá Havsbrún í Fuglafirði.
Í løtuni landar Christian í Grótinum, Borgarin eigur landingartørn í annaðkvøld. Mikukvøldið eigur Gøtunes landingartørn, áðrenn Jupiter sleppir framat hóskvøldið.
Tað hevur við sær, at tey skipini, sum hava fingið fullalast í dag hava sett kós uttanlanda at landa.
Katrin Jóhanna og Tróndur í Gøtu hava sett kós til Faskrúðsfjørð í Íslandi. Katrin Jóhanna hevur 1800 tons og Tróndur í Gøtu hevur 2500 tons.
Ango skal landa í Måloy í Noreg. Ango hevur 1600 tons.
Arctic Voyager hevur sett kós ímóti Thybyrøn við 2000 tonsum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald