Vinna

Føroyskur dámur á Nordic Music Days 2024

.

2024-11-04 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Føroysk tónleikaverk og framførslur settu sín dám á Nordic Music Days, ið varð hildin í Glasgow í Skotlandi um vikuskiftið. 

Ársins festivalur er eitt nýtt samstarv millum Norðurlond og Skotland, við endamálið er at byggja langtíðarhaldfør og burðardygg sambond millum tónleikafelagsskapir, samfelagsbólkar og einstaklingar, og er hetta fyrstu ferð, at festivalurin varð hildin í Skotlandi. Ráðið Norðurlendsk Tónaskøld byrjaði í 1888, er ein av heimsins elstu tónleikafestivalum. Í 2021 vóru Føroyar vertir fyri festivalinum.

Sum vertsland fyri Nordic Music Days 2024, hevur skotska stjórnin havt eitt virkið samstarv og samskifti við øll norðurlondini um fyrireikingarnar, eisini umvegis sendistovurnar í London. Føroysku sendistovurnar hava eisini til endamáls at fremja áhugamál Føroya mentanarliga í vertslandinum, og var Sendistova Føroya í London samvertur fyri eini VIP móttøku, í sambandi við setanina hóskvøldið 31. oktober, saman við skotsku stjórnini og hinum norðurlendsku sendistovunum.

Á skránni í Glasgow vóru fleiri enn 200 tónleikarar og tónaskøld úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Noregi, Grønlandi, Danmark, Finlandi og Skotlandi, og býurin var fullur av tiltøkunum av alskyns slag.

Føroyar vóru sera væl umboðaðar á ársins festivali, bæði við tónleikaverkum og framførslum, umframt til pallborðskjak og fyrilestrar á NordEX ráðstevnuni, sum var partur av festivalskránni.

Eitt tónleikaverk hjá unga føroyska tónleikaskaldinum, Eli Tausen á Lava, sum er ein nýggj tulking av Let me cry hjá Handel, varð framført av BBC Scottish Symphony Orchestra og University of Glasgow Chapel Choir, saman við trimum øðrum verkum hjá norðurlendskum tónleikaskøldum. Konsertin varð útvarpað á útvarpsrásini BBC Radio 3.

KATA var á skránni við ikki minni enn trimum framførslum og var somuleiðis partur av konsertini Echoes from the Edges: inspired by Faroese cave concerts, sum var grundað á árligu konsertirnar í Klæmintsgjógv, og var tað Dávur Juul Magnussen, sum legði til rættis. Dávur Juul Magnussen umskapaði, við tónleiki úr Føroyum, Hebridunum og Glasgow, kirkjuna til ta ekkóandi Klæmintsgjónna. Afturat Dávuri og KATA, vóru John Kenny á trombon, Kristian Blak á trætrumpet, messingspælarar úr Royal Conservatoire of Scotland, og University of Glasgow Chapel Choir.

Á NordEX luttók Sunleif Rasmussen, formaður í Felagnum Føroysk Tónaskøld, til eitt pallborðskjak, nevnt Sustainability and the Wellbeing Economy. Kjakið snúði seg um politisk hugskot, forðingar og loysnir í samband við burðardygd og vælferðarbúskap, og var tað grundarlagið undir pallborðsfundinum Intersecting policy ambitions: Culture, sustainability and wellbeing, ið varð hildin seinni á degnum. Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, luttók á pallborðsfundinum, saman við m.a. skotska uttanríkis- og mentamálaráðharranum Angus Robertson.

Meira kann lesast um Nordic Music Days á https://nordicmusicdays.org/

Myndir av KATA eru tiknar av Anna Cokorilo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder