Vinna

Føroyskar fyritøkur millum tær mest nýskapandi í Evropaf

Meira enn helmingurin av fyritøkum í Føroyum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk, nýskapa. Føroyskar fyritøkur eru millum tær mest nýskapandi í Norðurlondum og Evropa.

2024-10-14 11:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hagstovan:


Hagstova Føroya kunnger fyri fyrstu ferð nýggj hagtøl um nýskapan (en: innovation) í samstarvi við Granskingarráðið. Hagtølini eru gjørd eftir altjóða leisti eftir ásetingum hjá Eurostat og Oslo-handbókini um nýskapan. 

Framyvir verða hagtølini gjørd annað hvørt ár, soleiðis at til ber at fylgja gongdini.

58 prosent av fyritøkum nýskapa

Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða eina nýggja vøru ella tænastu. Tær kunna eisini hava ment  ella eru í gongd við at menna eina nýggja vøru ella tænastu ella nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini fyritøkur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.

Høvuðshagtalið, ið verður nýtt til at máta virksemið innan nýskapan er hvussu stórur partur av fyritøkum nýskapa. Í tíðarskeiðinum frá 2020 til 2022 nýskaptu 58 prosent av føroyskum fyritøkum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk. Hetta er næsthægst í Norðurlondunum. Í Finnland nýskaptu 61,5 prosent av fyritøkum, í Svøríki 57,6 prosent, meðan tað í Noreg bert var helmingurin (50,5 prosent), í Íslandi 48 prosent og Danmark 46,0 prosent.

Eisini samanborið við Evropa eru føroysku fyritøkurnar eisini væl við í árunum 2020 til 2022. Parturin av fyritøkum, sum nýskapa í londunum í Evropa er rættiliga ymiskur. Í Rumenia eru tað undir 10 prosent, sum nýskapa. Í hinum endanum eru Grikkaland, Týskland og Finnland, har yvir 60 prosent av fyritøkum nýskapa. Føroyar eru beint undir 60 prosent og eru sostatt millum tey fremstu.

Uppgerðin fevnir um tíðarskeiðið, tá koronufarsóttin rakti. Myndin niðanfyri vísir eisini tíðarskeiði fyri koronu. Merkisvert er at parturin av fyritøkum, sum nýskapa, minkaði í fleiri londum í Evropa, í mun til tíðarskeiði undan koronu. Fyrsta uppgerðin av nýskapan fyri Føroyar er fyri tíðarskeiði 2020 til 2022, og tí ber ikki til at samanbera føroysku tølini fyri bæði tíðarskeiðini.

Tvær vinnugreinar standa fyri 80 prosent av útreiðslunum í 2022

Tilsamans høvdu allar føroysku fyritøkurnar útreiðslur til nýskapan fyri góðar 546 milliónir krónur. 

Tað eru serliga tvær vinnugreinarnar, sum gera stórar íløgur og eiga meginpartin av útreiðslunum. Tær vinnugreinarnar eru A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða og J Kunning og samskifti, sum tilsamans áttu 80 prosent av útreiðslunum til nýskapan. 

Útreiðslur til nýskapan




2022

KrónurProsent

Útreiðslur til nýskapan (ikki íroknað gransking og menning (G&M))
Tils. (vinnugrein hjá fyritøku A-N)546.428.869,0100,0
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða250.049.773,045,8
B Námsvinna og grótbrot0,00,0
C Framleiðsluvinna30.095.012,05,5
F Byggivinna13.246.248,02,4
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum46.447.954,08,5
H Flutnings- og goymsluvinna4.591.645,00,8
I Gisting og matstovuvinna3.447.345,00,6
J Kunning og samskifti184.367.898,033,7
K Fígging og trygging11.150.000,02,0
M Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting856.270,00,2
N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar776.725,00,1

Meiri enn helmingurin sett nýggjar arbeiðsgongdir í verk

Fyritøkur, sum nýskapa, bjóða nýggar vørur og tænastu ella seta í verk nýggjar arbeiðsgongdir í fyritøkuni. 

Meiri enn helmingurin av fyritøkunum í árunum 2020 til 2022 hava sett nýggjar mannagongdir í verk. Tað eru serliga mannagongdir, sum fevna um at skipa virksemi øðrvísi innanhýsis ella menna sambondini við onnur, sum eru nýggjar. Eisini eru tað fleiri fyritøkur, sum hava ment mannagongdirnar at skipa ábyrgdarøki, avgerðarbýti og starvsfólkamenning annars.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder