Heildarkvoturnar fyri fiskastovnar á báðum síðum lækka í 2026. Seinastu árini er nøgdin, sum Føroyar hava fingið av toski í avtaluni við Noreg, ikki lækkað eins nógv, sum heildarkvotan í Barentshavinum er lækkað. Í ár hevði Noreg tó minni tosk at lata, og tí lækkar føroyska toskakvotan nakað meira enn heildarkvotan.
Føroyska toskakvotan í norskum sjógvi verður 3.034 tons. Føroyska kvotan eftir hýsu hækkar til 1.172 tons, ið er eitt vet meira enn heildarkvotan hækkar. Føroyska kvotan eftir upsa lækkar til 425 tons, sum er sama minking, sum heildarkvotan fer niður samanborið við 2025. Hjáveiðikvoturnar eftir øðrum fiskasløgum vera óbroyttar við 400 tonsum í 2026.
Av norsku kvotunum í føroyskum sjógvi er tað serliga makrelkvotan, sum lækkar. Heildarkvotan fyri makrel lækkar við 48% í 2026. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum í 2026, lækkar samsvarandi við 2.678 tonsum.
Smávegis tillagingar vera í norsku botnfiskakvotunum í føroyskum sjógvi í 2026, sum tó samanlagt eru óbroyttar. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 400 tonsum til 2.100 tons, meðan kvotan av brosmu verður 1.800 tons, sum er 400 tons hægri enn í 2025. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður óbroytt á 600 tonsum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald