Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um 1 fólk gistir 3 nætur, ella um 3 fólk gista 1 nátt, er talan í báðum førum um 3 fólkanætur tilsamans.
Í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar 31.785 tilsamans á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru gott og væl 300 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið svarar til ein vøkstur á 1 prosent. Í miðal vóru um 10.600 fólkanætur um mánaðin.
Fólkanætur og innskrivingar á gistingarhúsum
Januar – mars 2023/2024
januar – mars | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | tal | % | |
Fólkanætur | 31.468 | 31.785 | 317 | 1,0 |
Innskrivingar | 16.357 | 16.812 | 455 | 2,8 |
Innskrivingarnar eitt vet hægri
Innskrivingar vísa talið av fólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.
Innskrivingarnar vóru 455 fleiri fyrsta ársfjórðing í ár enn í fjør, ið er ein vøkstur á 2,8 prosent.
Tá ið vøksturin á innskrivingunum er hægri enn á fólkanáttum, merkir tað at fleiri fólk hava verið á gistingarhúsunum, men at tey í miðal hava sovið færri nætur hvør. Tó er munurin í hesum førinum so mikið lítil, at hann ikki sæst aftur. Í miðal hava fólk gist 1,9 nætur fyri hvørja innskriving fyrsta ársfjórðing av bæði 2023 og 2024.
Størsta broytingin í innskrivingum sæst hjá gistandi við bústaðarlandi uttan fyri Føroyar og Danmark, har innskrivingarnar vóru stívliga 600 fleiri fyrsta ársfjórðing í ár samanborið í fjør.
Innskrivingar á gistingarhúsum skiftar á bústaðarland
Januar – mars 2023/2024
januar – mars | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | tal | % | |
Tilsamans | 16.357 | 16.812 | 455 | 2,8 |
Føroyar | 11.066 | 11.135 | 69 | 0,6 |
Danmark | 2.765 | 2.544 | -221 | -8,0 |
Onnur lond | 2.526 | 3.133 | 607 | 24,0 |
Lítil øking í Tórshavnarøkinum
Eins og flest gistingarhús og kømur eru í Tórshavnarøkinum, eru flestar fólkanætur tað eisini. Slakar 650 fólkanætur fleiri vóru í Tórshavnarøkinum fyrsta ársfjórðing í ár, tá samanborið verður við sama ársfjórðing í fjør. Hetta er ein vøkstur á 2 prosent. Uttan fyri Tórshavnarøkið eru fólkanæturnar fækkaðar við gott og væl 300, ið svarar til eina minking á 18 prosent.
Fólkanætur á gistingarhúsum skift á øki
Januar – mars 2023/2024
januar – mars | munur | |||
---|---|---|---|---|
2023 | 2024 | tal | % | |
Tilsamans | 31.468 | 31.785 | 317 | 1,0 |
Fólkanætur - Tórshavnarøkið | 29.630 | 30.278 | 648 | 2,2 |
Fólkanætur - Uttan fyri Tórshavnarøkið | 1.838 | 1.507 | -331 | -18,0 |