METING FYRI VIKU 18, 2024
Samandráttur.
Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað kemur at landa í vikuni. Tað fiskar mest av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fýra eru við Grønland, eitt er á og eitt er ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður gott, so vit vanta nógvan útróður. Fiskaríið er smáligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.
Djúpvatnstrolarar: Trýggir fiska svartkalva og so er ein frystitrolari við Føroyar og ein er við Flemish Kap. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks og eitt par liggur við bryggju. Fiskaríið hevur verði hampuligt, men er minni nú. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hvítingi, hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.
Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa fyrst í vikuni. Vantandi fara nakrir avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald