Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 51

.

Mynd: Hentzar Poulsen

Mynd: Hentzar Poulsen

2025-12-15 10:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Samandráttur.

Línuskip. Átta frystilínuskip fiska við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum og eitt við Ísland. Ísfiskalínuskipið er eisini farið út. Skipini fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.  Fiskaríið er brúkiligt bæði við Føroyar og Íslandi.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men veðri er ivasamt, so tí vanta vit ikki nógvan útróður. Bátarnir hava gott fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Fýra eru á Íslandsrygginum og fiska tosk og so eitt sindur av blálongu og svartkalva. Smáligt fiskarí. Allir koma at landa síðst í vikuni.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Okkurt parið landar í vikuni og so landa hini fyrst í aðru viku.

Trolbátar. Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út tá veðri batnar. Um onkur fer út, so kemur hann at landa síðst í vikuni.

Garnaskip:  Tveir fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir landa í vikuni.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder