Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er við Føroyar, tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Hitt liggur við bryggju. Seks frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum, tvey eru við Grønland og so er eitt á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.
Útróður: Streymurin er brúkiligur. Veðurvánirnar eru brúkiligar onkrar dagar, so vit vantað nakað av útróði.
Djúpvatnstrolarar: Trýggir ísfiskatrolarir fiska tosk á Íslandsrygginum, men teir eru nýliga byrjaðir túr, so tað er ivasamt um nakar kemur inn í vikuni.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Vantandi landa øll í vikuni. Trý pør liggja við bryggju.
Trolbátar: Bara ein er til fiskarí og kemur hann helst at landað miðskeiðis í vikuni. Møguliga fer onkur út í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald