Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 41

.

Mynd: Wentzel Mouritsen

Mynd: Wentzel Mouritsen

2024-10-07 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er við Føroyar, tað fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Hitt liggur við bryggju.  Fimm frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Ísland, eitt í NEAFC økið, eitt er við Grønland og so er á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.  

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men veðurvánirnar eru ikki góðar fyrst í vikuni, men tó frægari seinni í vikuni. So vit vanta ikki nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Trýggir ísfiskatrolarir fiska svartkalva í bretskum sjógvi. Vit vantað at tveir landa í vikuni. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og ein er við Eysturgrønland.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út seinni í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er brúkiligt.  Øll landa í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder