Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 19

.

Mynd: Knút Olsen.

Mynd: Knút Olsen.

2024-05-05 09:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

METING FYRI VIKU 19, 2024

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí, men er nýliga byrjaður túr. So tað er ivasamt um hann landar í vikuni.  Eitt frystilínuskip er við Føroyar, fýra eru við Grønland,  eitt er  á og eitt er ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin verður harður, men veðri verður gott, so vit vanta  nakað útróðri.  Fiskaríið er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska svartkalva og so er ein frystitrolari  við Flemish Kap. Fiskaríið er smáligt við Føroyar.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið hevur verði hampuligt. Tey fáa nakað av hvítfiski, mest av hýsu, longu og toski. Tey flestu landa í vikuni.

Trolbátar: Allir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder