Áleið 50 ymiskir ferðavinnuveitarar eru í Vágum, og vit hava ein ótrúliga fjølbroyttan skara av veitarum, ið vit ynskja at knýta tættari samstarv við. Við hesum degnum leggur Visit Vágar upp til at stovna eitt lokalt ferðavinnunetverk, so vit saman kunnu standa enn sterkari sum ferðamál.
Leiðarin í Visit Vágum, Bryndis í Dali, fer at byrja dagin við at greiða frá, hvussu Visit Vágar arbeiðir við ferðavinnu, og vil hoyra frá lokalu veitarunum, hvørji ynskir og væntanir tey hava av stovninum.
Vit skipa fyri nøkrum verkstovum, og síðani gera dugnaligu kokkarnir á Hotel Vágum okkum ein góðan bita á middegi.
Tiltakið krevur tilmelding, men er ókeypis og fyri allar ferðavinnuveitarar í Vágum. Í hægsta lagið tvey fólk frá hvørjum veitara kunnu luttaka. Tilmelding fer fram á atgongumerki.fo.
Síðsta freist at tilmelda er 18. November á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald