Vinna

ESG-skuld 29% av BTÚ í 2023

.

2024-05-28 14:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

ESG-skuld 29% av BTÚ í 2023

EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyra Samstarvið, og EGS-skuld er ein ávísur máti at rokna bruttoskuld, sum ger tað møguligt at samanbera skuldarstøðið hjá ymsum londum. Talan er soleiðis um ein felags uppgerðarhátt. EGS-leisturin verður nú ofta nýttur sum eitt lyklatal, tá samanberingar verða gjørdar um almenna skuld í ymsum londum, eisini hjá londum sum ikki eru limir í ES.

Í 2022 er skuldin mett at vera 28,5% av BTÚ, sí mynd 1. EGS-skuldin hjá Føroyum liggur sostatt væl undir tey 60%, sum er avtalaða hámarkið fyri Evrulondini.  Myndin vísir eisini, at Føroyar í ESG-skuld liggur á sama støði, sum hini Norðanlondini, men hevur væl minni EGS-skuld enn stóru evropeisku londini.

Fyri árið 2023 metir Landsbankin, at føroyska EGS skuldin er góð 29% av BTÚ, tí skuldin hjá landskassanum veksur eitt vet.

Mynd 1

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder