Vinna

Emerald er komin heim úr Barentshavinum

.

2025-12-10 09:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Emerald, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, er komin heim, teir liggja í morgun í Nólsoyarfirði, helst tí veðrið hevur verið so vánaligt í nátt, at ikki var farandi inn á Havnina

Emerald hevur fiskað kvotuna, sum teir eiga í Barentshavinum - teiir hava 600 tons, nú teir eru komnir heim, harav eru 100 tons kongafiskur, 400 tons toskaflak, 20 tons av lýsi og góð 100 tons av mjøli.

Tað eru 35 mans við, skipari er John Mikkjal Godtfred.

Emerald verður nú liggjandi til eftir jól.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder