Vinna

Eisini løgtingslimir hava ligið tryggir í móðurlívi.

.

2024-05-15 09:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Fleiri løgtingslimir siga seg taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráa yvir egnum kroppi, og her kundi ein spurt ”hvør ger ikki tað”?

Felags fyri hesar løgtingslimir er, at teir fingu loyvi at liva og vórðu bornir í heim eftir 9 mánaðar í tryggum umhvørvi í móðurlívi. Fleiri av teim hava alment givið sína støðu til kenna og - í roynd og veru sagt - at hesin tryggleiki eigur við lóg at verða settur úr gildi. 

Nú skal tað verða ”rætturin hjá kvinnum at ráa yvir egnum kroppi” og ikki ”rætturin til lívið hjá barninum” sum er avgerðandi.

Eg eri vísur í, at ein orsøk til at hesir løgtingslimir hava hesa støðu, er, at teir ikki hava givið sær far um – ella ”skúgva frá sær”, at talan í verunleikanum eru um at taka lív. Vóru teir sannførdir um tað, so hevði støða teirra verið ein onnur og høvdu tí  ikki tikið undir við uppskotinum um fría fosturtøku! 

Og at talan er um lív, kann eingin ivi vera um. Tí fortreytin fyri at verða  føddur er, at ein støðug menning er farin fram í móðurlívi – tvs, at fortreytin fyri at eg gjørdist 12 vikur gamal, var at eg gjørdist 11 vikur gamal og fortreytin fyri at eg bleiv 11 vikur gamal,var at eg gjørdist 10 vikur gamal o.s.fr, o.s.fr.

Um støðutakan hjá løgtingsliminum botnar í, at teir halda talan ikki er um ”lív” í 12. viku av graviditetinum, so loyvi eg mær at spyrja, um 12. vika ikki er fortreytin fyri menningini í móðurlívi til at blíva 13 vikur, 14 vikur, ...24 vikur…. 40 vikur?  Fortreytir sum førdu við sær, at hesir løgtingslimir  vóru bornir í heim og fingu møguleikan at taka undir við skaldinum, tá hesin so beinraki, hugtakandi og lívsjáttandi sigur Lívið dýra undur eg var lutur av – eitt ævinleika boð av magn og anda.”

Er hetta ikki vert at hava í huga, áðrenn og tá trýstast skal á atkvøðuknøttin?


Tordur J. Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder