2026-06-25 08:15
Í síðstu viku fekk føroyska løgreglan eina áheitan frá svensku myndugleikunum, um at handtaka ein svia, sum var staddur í Føroyum.
Hann er undir illgruna fyri at hava framt "persónfarligan kriminalitet", sum løgreglan kallar tað, og hetta skal vera farið fram í Svøríki í maimánað.
Av løgreglustøðini verður í morgun upplýst, at hann verður sendur av landinum í dag. Føroyska løgreglan fylgir manninum til Kastrup, har svenska løgreglan tekur yvir.
Sunnudagin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein persónur hevði verið á einari matstovu og sagt nøkur rasistisk orð ímóti starvsfólkunum. Viðkomandi er nú skuldsettur fyri §266b.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald