2024-09-25 10:54
Christian í Grótinum landaði í fyrradagin og í gjár góð 3.400 tons av svartkjafti til Eskja á Eskufirði.
Christian í Grótinum fiskaði svartkjaftin í íslendskum sjógvi.
Nú fara teir á makrelveiðu - teir koma í Ánirnar tíðliga í kvøld, har teir koyra svartkjaftatrolið í land og taka makreltrolið umborð, so verður farið avstað aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald