Byggivinnan hevur stóra ávirkan á umhvørvi vegna stóra dálking av byggitilfari. Bygma Balslev er størsti veitari av byggitilfari í Føroyum og ynskja tey tí geva sína ávirkan.
Á skránni verða framløgur frá Elnaz Ehsani, umhvørvis- og burðardygdsstjóri í Bygma, framløga hjá Bjarna Justinussen, teknistovuleiðara hjá SNA umframt umboð frá Bygma Balslev. Serfrøðingarnir fara at viðgera hugtakið burðardygd í byggihøpi.
Hugtøk innanfyri burðardygd í byggihøpi, verða greinaði nærri, so luttakarar fáa dýpri innlit í, hvussu hesa verða partur av teirra komandi byggiverkætlanum. Luttakarar fáa eisini møguleika at netverka við onnur í vinnuni, deila hugskot og fáa nýggja vitan um, hvussu burðardygd kann verða partur av teirra næstu byggiætlanum.
Tiltakið byrjar beint eftir døgurða.
Øll áhugað eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald