Vinna

Bústaðarprísirnir kvinka uppeftir

.

2024-09-18 14:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Betri Banki:


Hóast útlánsrentan hækkaði í 2022 og 2023, eru miðal bústaðarprísirnir í dag hægri enn í 2022.
Vanliga fella bústaðarprísirnir, tá útlánsrentan hækkar, og fólk hava færri pengar um hendi. Men tað
vísir seg, at hóast útlánsrentan er hækkað, kvinka prísirnir framhaldandi uppeftir. Gongdin bendir á,
at eftirspurningurin eftir bústøðum framvegis er munandi hægri enn útboðið.
Fyrra hálvár í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn í miðal 4 mió. krónur. Tað er ein hækking á 6%
samanborið við árið í fjør, tá miðalprísurin var 3,8 mió. krónur.
Miðalprísurin fyri eini sethús aðrastaðni í Føroyum var 2,1 mió. krónur fyrra hálvár í ár samanborið
við 2 mió. krónur fyri árið í fjør. Tað er ein hækking á 5%.
“Eftirspurningurin eftir bústøðum er vaksandi og er framvegis munandi hægri enn útboðið – bæði
eftir íbúðum, nýggjum og eldri húsum. Vit hava selt munandi fleiri ognir higartil í ár samanborið við
sama tíðarskeið í fjør”, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.

d

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder