Ein trupulleiki hevur tó verið, at brúgvin er varðveitingarverd, og tað hevur gjørt tað avbjóðandi at fremja vanligar umvælingar. Tað hevur ikki verið møguligt at laða hana av nýggjum, tí slíkar arbeiðsgongdir kundu havt við sær, at upprunaliga sniðið á brúnni fór fyri bakka. Tí hevur í longri tíð verið leitað eftir hóskandi loysnum, ið bæði kunnu tryggja, at brúgvin verður væl umvæld, og at varðveitingarverdin verður vird.
Eftir drúgvar kanningar og ráðførslu varð gjørt av, at ein stálpláta skuldi leggjast omaná brúnna fyri at stykja hana. Hetta arbeiðið varð gjørt í síðstu viku og í løtuni verður stoypt undir plátuna, sum longu hevur givið brúnni eina meiri stabila grund. Stálplátan tryggjar, at brúgvin verður før fyri at bera tí dagligu ferðslu, meðan brúgvin samstundis varðveitir sítt upprunaliga snið.
Næsta stigið í arbeiðsgongdini verður at leggja flisar á brúnna. Hesir flisar fara at bøta um bæði útsjóndina og haldførið á brúnni. Harumframt verður eitt nýtt smiðjurekkverk sett upp á síðurnar av brúnni, sum fer at geva brúnni eitt snøggari og meiri tíðarhóskandi úttrykk.
Eftir at flisarnar eru lagdar og smiðjurekkverkið eru komin upp, fer Jan á Høgabóli, ið er væl kendur fyri sítt handaverk, at snøgga síðurnar á brúnni. Tað verður gjørt við tí fyri eygað, at brúgvin bæði skal vera ein trygg farleið og eitt vakurt og søguligt íkast til viðarlundina.
Tá arbeiðið er liðugt, kann brúgvin enn einaferð virka sum ein trygg og vøkur farleið gjøgnum náttúruvøkru viðarlundina í Miðvági, har fólk aftur kunnu gleða seg til at ganga trygt og njóta umhvørvið. Brúgvin, sum hevur søguliga týdning, verður við hesum arbeiðinum bjargað til komandi ættarlið, og hon fer framhaldandi at vera eitt savningarstað fyri vitjandi í viðarlundini.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald