Politikkur

Beinir Johannesen nýggjur løgmaður

Á løgtingsfundi í dag bleiv Beinir Johannesen valdur til Føroya løgmann og verður tað tí við honum á odda, at samgongan við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum nú fer til verka.

2026-04-13 23:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Beinir Johannesen er føddur í Klaksvík tann 12. februar 1997. Hann er giftur Helenu Johannesen og búgva tey í Klaksvík.

Beinir Johannesen varð fyrstu ferð valdur á løgting í 2019. Í farna valskeiði var hann næstformaður í fíggjarnevndini og tingbólkaformaður hjá Fólkaflokkinum.

Beinir Johannesen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðan 2022.    

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder