Vinna

Bartalsstova – til GAGNS hjá tær og mær

.

2024-10-15 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í juni mánaða skrivaði eg nakrar reglur í samband við, at eigarin av Bartalsstovu søkti eftir nýggjum fólki at taka yvir. Stúranin hjá mær og øðrum við var, at bygdin framyvir skuldi verða uttan handil. Vit høvdu roynt tað fyrr og tað mátti ikki henda!

Bartalsstova hevur verið sum ein lívæðr hjá okkum bygdafólki. Her hevur verið ikki bara handlað, men eisini felagsskapur og hugni hava verið ein náttúrligur ávøkstur av her at møta og kenna síni bygdafólk. Og tað hevur alstóran týdning.

Eg gav til kennar, at eg var vís í, at eisini her hjá okkum í Sandavági eru fólk, ið hava áræði at lofta møguleikum fyri at fara undir nýtt virksemi, sum kemur okkum øllum til gagns.

Eg segði eisini, at mín lutur skuldi ikki liggja eftir, var tørvur á at taka eitt tak saman við øðrum at gera tað, vit kunnu at virka við til at finna eina gongda leið fyri OKKARA handli til frama fyri fólk og bygd. Og við felags taki er nú um at verða komið á mál!

Tíðin, síðan Bartalsstova lat aftur, hevur prógvað – bæði fyri mær og mongum øðrum – at vit kunnu ikki vera fyriuttan handil í bygdini. Nógv hava havt á munni, at tey kenna tað, sum hevur bygdin mist ein part av sínum samleika, og hava havt trupult við at finna seg til rættis í nýggja veruleikanum.

MEN! Tíbetur, nú sær bjart út! Tað varð, sum eg vónaði og væntaði: sandavágsfólk liggja ikki á latu síðuni. Selt verður nú út av teirru vøru, ið eftir hevur verið – og orsøkin er at stórfegnast um:

BARTALSSTOVA LETUR UPPAFTUR!

Tíbetur eru eisini her í bygdini fostrað fólk við áræði, ið síggja møguleikarnar og týdningin at halda fast í handilsmentanini her hjá okkum í Sandavági og byggja víðari á góðu gongdina. 

Tey gleðiligu tíðindini, eg sóknaðist eftir, eru nú at frætta: ein loysn er funnin og OKKARA handil heldur fram og letur uppaftur um hálvan nov. mánaða!

Hjá okkum bygdafólkum – og tá serliga hjá eldri, óhjálpnum og børnum – kann týdningurin av at hava handil í bygdini ikki yvirmetast – heldur ikki í 2024.

Tí er tað so sera hugaligt, nú tað frættist, at ung sandavágsfólk fara undir aftur handilin, ið  aftur savnar okkum um eitt felags átak, ið er til gagns fyri stór og smá, ung sum eldri í bygdini. Tað er so serstakliga vónríkt og nú er bara okkara partur eftir!

Tí nú mugu tú og eg stuðla. Tí tað gagnar okkum. Vit fara at keypa her í OKKARA handli. Hetta er vegurin fram, skulu vit kunna varðveita henda fyri okkum so gevandi handilin, ið ikki bara selur okkum vørur, men er ein sosial eind, sum fremur samanhald, ið gevur okkum styrki og felagsskap, ið elvir til trivnað og hugna, ið styrkir bondini okkara millum. Har tað fæst ein kaffimunnur við onkrum søtum afturvið og ikki minst nýbakað morgunbreyð og annar bakstur!

Handilin er OKKARA og handilin er VIT – hann er partur av okkara samleika.

Vit fara nú aftur at kunna fara inn í Bartalsstovu og møta frískum “gongukonum”, óførum dyppifólki, fittum vøggustovu- og barnagarðsbørnum, ið hjálpa at keypa inn, glaðum børnum, ið hugagóð selja nakrar fløskur, ágrýtnum ungum, ið byrja sítt arbeiðslív eftir skúlatíð her, teimum eldru, ið framvegis eru røsk at ganga til handils, lokala vinnulívinum, ið fær sær okkurt gott til kaffisteðgin, arbeiðsmonnum, ið onkra løtu arbeiða her, útlendsku ferðafólkunum, ið forvitin vitja okkara land og bygd. Løturnar, vit renna okkum í kend sum ókend, heilsast og fáa eitt gott prát. Harafturat fyrikomandi starvsfólkum. Hetta eru løtur, ið eru lívgandi og mugu virðismetast og varðveitast. 

Prátini, smílini, kundavinsemið, tænastusinnið og felags ognarskapin, ein kennir í Bartalsstovu, eru gull verd.

Okkara røsku ungfólk fáa nú aftur møguleikan at starvast eftir skúlatíð, forvinna nakrar krónur og fáa nakrar arbeiðsroyndir í heimbygdini.

Til fer nú aftur at bera at keypa tilfar í bygdini til eitthvørt høvi og tiltak! Fjallmenn fara at kunnu fáa eina sjokulátaplátu og eina sodavatn! Børnini kunnu nú aftur selja nakrar fløskur, tey hava funnið! Ommu- og abbabørn kunnu fara handilsørindi fyri síni eldru! Tey nógvu ferðafólkini, ið gista í bygdini, fara somuleiðis aftur at fáa tað mest neyðturviliga í nærumhvørvinum!  Vit kunnu keypa ein Gekk í heimbygdini! 

Hjá okkum, ið eru góð við okkara bygd, hevur handilin ovurstórt virði. Eisini í samband við trivnaðarátøk í okkara heimbygd er handil av avgerandi týdningi. Tey tiltøk, ið kommunan og ítróttarfelagið, sum húsast í nærmastu grannahúsum, skipa fyri, fara nú aftur at fáa gerandisvørur og nakað væl afturat til keyps her í bygdini.

Fyri bygdina í kappingini um at bjóða seg fram sum bústað hjá bæði ungum og gomlum, familjum og einstaklingum, er eisini av stórum týdningi at hava handil í bygdini. 

Eg fari enn einaferð at takka tykkum, ið nú endaliga gevast við virksemi tykkara í Sandavági. Tykkara íkast at seta merki á okkara dagligdag hevur verið ikki so lítið! Tøkk havi tit fyri tað! Koma vit sandavágsfólk norður til Eiðis, vita vit ein fyrikomandi handilsmann at fara til!

Somuleiðis enn ein tøkk til Ásu og Erwin, ið sjálvi høvdu Bartalsstovuhandilin í nógv ár, og síðan so hugagóð hava verið og framhaldandi eru sinnað at lata høli til, so handil kann halda fram her, har hann hevur verið seinastu hálvthundrað árini. 

Og til endans fari eg at ynskja tykkum, ið nú fara undir tykkara virksemi í Bartalsstovu, hjartaliga tillukku og hjartans tøkk við ynskjum um hepna hond. Lat meg enda við hesum orðum:

Bartalsstova er til gagns fyri okkum – lat okkum vera til gagns fyri Bartalsstovu!


Maria Jacobsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder